Hampuligir møguleikar at finna skip at sigla til Suðuroyar í vetur

? Tað er reinur kleyvarskapur sum er orsøkin til, at vit ferð eftir ferð koma í hesa óhepnu støðuna, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

Nú er aftur stór óvissa um suðuroyarsiglingina, tí tað er ein stórur spurningur, hvussu verður við siglingini ímillum Havnina og suðuroynna í vetur.
Nú Smyril var í dokk á Skála, varnaðust tey, at vengurnar sum gera, at skipið ikki rullar so illa í aldu, virka ikki sum teir eiga.
Tað førir við sær, at fyrrenn brekið verður umvælt, fær Smyril ikki siglt við treylarum og øðrum tungum farmi, uttan tá ið tað er heilt slætt í sjónum.
Men leveringstíðin til eykalutirnir var tríggjar mánaðir og tí varð avrátt við klassan, at Smyril skuldi sigla til í september, oktober, so skuldi hann í dokk at umvæla brekið.
Men nú er so komið fram, at leveringstíðin er ikki 12 vikur, men 34 vikur tí Smyril er so gamal, at eykalutirnir mugu gerast serliga til hann.
So hóast eykalutirnir verða bílagdir nú, kunnu teir ikki leverast fyrrenn næsta vár, uttan eitt undur hendir og eykalutir verða funnir onkustaðni útií verðini- men útlitini fyri tí eru ógvuliga smá.
Sostatt verður neyðugt at leggja Smyril í einar fimm mánaðir í vetur.
? Vit hava tveir møguleikar: Antin leggja vit Smyril í vetur og leiga eitt hóskandi skip at loysa hann av. Men kemur politiski myndugleikin til tað niðurstøðu, at tað verður ov dýrt at leiga avloysaraskip all hesa tíðina, verða vit noydd at sigla við Smyrli.
? Smyril hevur fyrr siglt við ongum stabilisatorum. Men tann tungi flutningurin nú á døgum er ein heilt annar við stórum treylarum og lastum og tað eru óráð at fara undir slíkum flutning á vetrardegi við ongum stabilisatorum.
?Skulu vit sigla í vetur, verður tískil talan um rættiliga skerdan flutning, tí tað verða nógvar avlýsingar og tungur farmur verður bara sigldur í besta veðri, og tað er sjálvdan um veturin. Tí er ikki ráðiligt at sigla við tungum flutningi um veturin.
Reidar Nónfjall sigur, at tilmæli hjá Strandferðsluni er tí, at Smyril verður lagdur í september, oktober og liggur til brekið er umvælt næsta vár, í februar, ella mars. Samtundis verður mælt til, at eitt hóskandi avloysaraskip verður leigað til suðuroyarsiglingina hesa tíðina, so at flutningurin til og úr Suðuroy verður á minst sama støði, sum hann er á nú.

Betri møguleikar
Reidar Nónfjall sigur, at enn er ikki heilt greitt, hvat tað fer at kosta at leiga eitt hóskandi avloysaraskip.
Fyrr hevur verið upplýst, at tað er ómetaliga trupult at finna eitt hóskandi avloysaraskip.
?Men nú talan er um eitt leigumál upp á einar fimm mánaðir, sær ljósari út,sigur Reidar Nónfjall. Hann sigur, at tá ið talan er um eitt longri leigumál, eru fleiri, sum bjóða seg fram og Strandferðslan hevur fingið nøkur skip á borðið, sum kunnu vera áhugaverd - men enn er ongin avgerð tikin.
?Útlitini fyri at fáa eitt hóskandi avloysaraskip, eru væl ljósari nú, enn tey hava verið.

Kleyvarskapur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at óvissa er um suðuroyarsiglinga og viðhvørt hevur verið ført fram, at óskilið byrjaði, tá ið Teistin varð seldur, tí hann kundi verið brúktur til avloysaraskip.
Men Reidar Nónfjall fæst kortini ikki at siga, at tað var eitt mistak at selja Teistan, tí honum hevði stovnurin eisini komið í rasshaft av, hvat trygdarkrøvum og øðrum, viðvíkur.
Men kortini sigur hann, at tað er av berum kleyvarskapi, at Strandferðslan ferð eftir ferð kemur í hesa støðuna.
?Tað størsta mistakið er, at eitt nýtt suðuroyarskip ikki er bygt langt síðani. Tað størsta mistakið er, at skipini, hjá Strandferðsluni, sum skulu sambinda oyggjarnar, sleppa at blíva so gomul, uttan at tey verða endurnýggjað og at útbyggingar í Strandferðsluni eru raðfestar so lágt,sum tær eru hesi seinastu 20-25 árini.
? Samstundis hevur leiðslan á Strandferðsluni ikki gjørt nóg mikið fyri at sannføra politisku leiðsluna um tað neyðuga í at skifta skip út javnan fyri at hava ein tíðarhóskandi og álítandi flota. Síðani eg tók við leiðsluni, er so eitt nýtt skip komið og eitt er á veg og tað eru hóast alt stór framstig.
? Sostatt er tað av politiskum og fakligum kleyvarskapi, at vit ferð eftir ferð koma í hesa støðuna og tað er upptakið eftir tann kleyvarskapin, vit sita við nú, staðfestir strandferðslustjórin barsagdur.