gevandi, at hann er ein dani, sum kemur uttanífrá og hyggur upp á hann við donskum og altjóða eygum. - Hetta er besta boðið, Føroyar hava upp á ein altjóða stórmálara. Hann var á ein hátt ein paradoksalur maður [...] har ein øgiliga mildur maður. Men má hann so kemur heim, málar hann upp á ein brutalan máta, og »oyðileggur« vøkur ting. Hann sigur, at »tað má ikki verða for vakurt«, greiðir Mikael Wivel frá. Stórur [...] letur eisini ein listaframsýning við málningum hjá honum upp í Listaskálanum. Ingálvur av Reyni málaði nógv, og er talan um eina stóra framsýning. Helgi Fossádal greiðir frá, at hetta er ein stórur dagur
við lagið, at tað var ikki bert eitt lag ein hoyrdi, men ein heildaruppliving fyri sansirnar. Tað var ikki bara eg, men tað sást á áhoyrarnum, at hetta var ein serlig uppliving. Bara spiki vantaði Eg veit [...] fyri nøkrum árum síðan. Hann er ein góður persónur og ein ógvuliga fittur fýrur. Teitur er ektaður sum tónleikari og sum persónur. Jon - Road Manager - Teitur er ein fínur persónur. Hann er ógvuliga [...] doneraði ein sang til frama fyri støðuna í Tibet við mætum listafólkum sum Sting og John Mayer, og hann hevur millum annað keypt sær eitt hús í Velbastað. Við í Hollywood filmi Teitur er vorðin ein etableraður
at prestur hevur ein serligan leiklut í samfelagnum og tað eru fastar reglur fyri, hvussu ein prestur skal bera seg at. Spurdur, hvussu tú verður uppfataður av tínum javnaldrum, tá ein lesur gudfrøði, svarar [...] mótmælir hann harðliga. -Hetta er nógv verri enn erlig rasisma. At hata ein nekara tí at hann er svartur er ein erlig søk, tí at ein slík rasisma er grundað á býttleika og óvitan. Men at siga seg elska bøssan [...] tú sum prestur byrjar at spæla ein dupultan leiklut, tí tú ert bangin fyri hvat fólk fara at siga, kemur tú sum menniskja í eini óhaldbara støðu. Havi eg hug at fáa mær ein dans, fái eg mær tað. Tað skal
Modelútrokningar vísa tó, at ísurin á suðurpólinum hinvegin kann vaksa, tí veðurlagið har ikki broytist, meðan avfallið veksur. Vandin fyri tí óvæntaða, sum til dømis, at Golfstreymurin minkar burtur [...] avbjóðingar. Fátøk samfeløg eru serliga viðbrekin, tí tey ofta eru miðsavnað í vandaøkjum. Fleiri enn ein sættapartur av heimsins fólki fær trupult við at vinna sær vatn, tí nógvastaðni er vatnið tengt at [...] flora og fauna í Arktis og Antarktis • Kavin tiðnar fyrri, og elvir til vatnmangul seinni á árinum • Ein upphiting er farin fram av áum og vøtnum, sum ávirka vatngóðskuna • Leyspretting, fuglaflyting og verping
ikki er størri enn ein miðal kommuna í grannalondum okkara, og tí eiga kommunurnar ikki at hava so nógv øki at umsita, sum kommunurnar í hesum londunum. Men Føroyar er eitt land, ikki ein kommuna. Landið [...] serkennir føroyskar kommunur er, at íbúgvatalið er lágt; umleið 77 % hava færri enn 1000 íbúgvar. Hetta broytist nakað eftir 1. januar í 2005, tá verða 67 % prosent av kommunum at hava minni enn 1000 íbúgvar. [...] trupulleikar við tilflyting, og harvið stórar útreiðslur til útbyggingar. Økini: yvirliva og mennast Ein av stóru avbjóðingunum hjá bæði lands- og kommunupolitikarum í dag er tí, at fáa landið alt at yvirliva
Weihe vónar enn, at ein loysn fer at verða funnin. - Kanningarnar, ið skuldu gerast í heyst, eru mettar at kosta 2 mió. kr. Okkara amerikansku samstarvsfelagar royna nú at finna ein hátt at geva okkum pening [...] prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum, hevur merkt avleiðingar av broyttu støðuni í USA. Ein stór umsókn hjá honum í samstarvi við amerikanskar granskarar fekk fyri stuttum noktandi svar, hóast [...] í amerikanska statinum Georgia. Ráðstevnan var týðiliga merkt av broyttu støðuni í USA. - Hetta er ein ráðstevna, sum vanliga hevur 10.000 luttakarar úr øllum heiminum. Í ár vóru nógv færri luttakarar og
Gudmundur hevði eisini ein fosturson, ið æt Ejnar. Hjá Gudmundi komu eisini at búgva Sámal Erik Matras, lærari, sum var ein av ferðaleiðarunum, og Dánjal Nielsen úr Sandavági, ein av skúlabørnunum. Blíðskapurin [...] Vit ferðaðust víða um í Danmark. Hitti Gudmund Bruun fyrstu ferð Ein dagin, skúlabørnini vóru á Fjóni og sigldu eftir »Odense Å«, kemur ein av ferðaleiðarunum, Elisabeth Olsen, ættað úr Vestmanna, til mín [...] Onglands. Sendi gleðitíðindi gjøgnum danska útvarpið Eisini her kom Gudmundur sum ein frelsandi eingil. Tað bar so á, at ein dagin kemur Marin Margreta rennandi niðan til okkara, rópandi: »Jóhan í útvarpinum
Hann nevnir nakrar sokallaðar ”staðfestingar” og sigur, at ein og hvør kann eftirkanna og meta um tær. Eg havi tikið hann uppá orðið, og havi eftirkannað nakrar av staðfestingunum, og mín niðurstøða er [...] ongantíð hevur verið til. Spardu danskan blokk Næsta ”staðfestingin” sigur, at Tjóðveldi gav frá sær ein landskassa í 2003, har skuldin var niðurgoldin, og 2,3 mia. spardar upp. Eisini sigur Høgni, at øll [...] vóru spardir upp undir fullveldislandsstýrinum. Men heldur ikki tað er sannheit. Har stóð nevniliga ein knøpp milliard á bók, longu tá fullveldislandsstýrið kom til, so teirra partur av uppsparingini var
Tað er einki dulsmál, at ein tann mest týðandi leikarin á gull-liðnum hjá HB í fjør, var danski miðvallarin Martin Christensen. Í ár hevur Martin ikki leikt serliga nógv á besta liðnum hjá havnarfelagnum [...] upp, og hetta kom ógvuliga óvart á danska miðvallaran, sum kennir seg snýttan av havnarfelagnum. Havi yvirhildið sáttmálan Í sambandi við uppsøgnina hevur leiðslan í HB lagt dent á, at Martin Christensen [...] avsannar Martin Christensen. - Eg veit, at HB hevur nýtt tríggjar grundgevingar fyri uppsøgnini, men eg havi skrivlig prógv fyri, at ongar av hesum grundgevingum halda, sigur hann. Sjálvur var Martin Christensen
teimum og hevur beina kós móti Union Jack. Ein lítil løta gongur, so síggja teir, at talan er um ein kavbát. Men teir halda samstundis, at talan man vera um ein bretskan kavbát, tí týskarar halda seg neyvan [...] víst, at tað var týski U31-kavbáturin við Willfried Prellberg, kavbátaskipara, sum søkti Union Jack. Ein av manningini á Union Jack, Frederik Bláhamar, skrivaði seinni bókling um hendingina. Frederik Bláhamar [...] hann lat manningina sleppa í bjargingarbátin, áðrenn hann søkti Union Jack. Man tað bera til at hitta ein týskara í dag, sum starvaðist sum kavbátaskipari undir krígnum? Tað eru jú meira enn 55 ár liðin, síðan