at teir komu beint inn á fjørðin. Teir væntaðu, at tað fór at taka eina tríggjar tímar, ella gott tað, men beint við Stóru Dímun var eitt sindur verri í sjónum enn tað skuldi vera eftir veðurtíðindunum [...] yvirhøvur Teir eru vanir at svimja long strekki, eitt nú hava teir svomið úr Mykinesi inn á Vágar, um Nólsoyarfjørð, um Tangafjørð, og aðrastaðni, men hetta er nógv tað longsta strekkið, teir hava svomið. Men teir [...] og hvønn hálvan tíma fingu teir orkudrykk. Hetta er ein langur teinur, tí í beinari linju er talan um eitt strekki upp á 10,5 kilometrar. Úr Havnini til Nólsoyar eru fýra kilometrar, so hetta var ein heilt
fjepparar við Stórá í Trongisvági, og lagið er í toppi, nú tað verður riggað til at fara norður um aftur fjørðin í góðveðrinum í kvøld. Jóhan Hendrik Ellefsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan [...] legði aftrat fyrra hálvleiki. Esmar P. Clementsen er á veg av landinum í útbúgvingarørindum. Hann skuldi verið farin avstað, men hann útsetti fráferðina til eftir týdningarmikla dystin á útivølli ímóti [...] Løkin gjørdu seg til at skjóta, og tað var Steffan Løkin, sum í besta Beckham stíli lyfti bóltin upp um manngarðin og inn í nettakið. Hann hevur í nógvum dystum verið nær við og næstan, og eingin ivast í
fortreytirnar fyri at menna okkara førleika innan hesa vinnu. Við hesum førleika kundu vit verið við í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um framburð, bæði tøkniliga og innan nýggjar marknaðir. Fiskivinnuskúlin: [...] skipanini forpurrað, at skúlin skuldi liggja í Vestmanna, og tí varð keypið av ongum. Í samgonguni undan hesari hoyrdist ofta, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna skuldi ofrast í eini politiska kabalu [...] fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Og hvat annað skuldi ein trúgva: Norðstreym fekk heili fimm fólk at ráa yvur, tá ið løgmaður hevði gjørt av, hvør skuldi sita saman við honum í Tinganesi; av hesum fimm
Tað hava leingi verið ætlanir um hjá landinum at leggja skúlaøkið og eldraøkið til kommunurnar at umsita, og at pengar skuldi fylgja við frá landinum. Nú hevur so sitandi landsstýrissamgonga eisini ásett [...] ásett, nær málsøkini skulu leggjast út. Men einki um, hvussu tað skal gerast, og heldur ikki hvussu nógvir pengar skulu fylgja við. Eldraøkið og skúlaøkið eru tvey av teimum týdningarmestu vælferðarøkjunum [...] Harfyri ber væl til at gera avtalur millum land og kommunu um roydnar- og menningarvirksemi á skúlaøkinum og á eldraøkinum. Fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging, sum var herfyri , var meiningsleys . S
føroyskum myndugleikum at gera broytingar í fiskivinnuni. Her skuldi minkast um inntøkutrygdina, og fiskivinnan á landleiðini skuldi leggjast í eina kvotuskipan. Í bókini verður eisini víst á, at andøvt [...] hevði 100 ár á baki. Nú vit skriva 2020, og Føroya Skipara & Navigatørfelag hevur lagt 125 ár aftur um seg, hevur Jógvan Arge aftur skrivað hátíðarrit, og hetta er ein snøgg bók á 200 síður við nógvari [...] einari kvotuskipan. Hetta endaði við, at fiskidagaskipanin varð sett í verk á sumri í 1996. - Smátt um smátt fór at bragda aftur á grunnunum innan fyri 200 fjórðingar, og tað bragdaði eisini á øðrum grunnum
kaffiborðið. Eitt nú tá maður kom at klippa sær, áðrenn hann skuldi til lækna at fáa bót fyri eygnatrupulleika. Tá Jógvan hevði klipt hárið og skuldi snøgga eygnabrýnnar, sá Jógvan, at eitt hár hevði snýkt [...] tørn kom ikki fyrr enn langt var liðið út á dagin. Tá letur í manninum: ”Eg skal giftast um eina løtu”. Tá var um at bera skjótt at við saksinum. Lítið er at ivast í, at klippistovan hjá Jógvani hevur verið [...] og er hetta kanska eitt av kridrinum við at vera barberur. Við ynskjum um at heilsan skal vara við, og at mangir starvsdagar leggjast afturat, ynskja vit tær til lukku við 40 ára starvsdegnum. Sigrun, Birita
at lagt ÚF og SvF saman, men hetta skuldi sjálvandi verið gjørt grundað á visiónir um at menna báðar stovnarnar og í serdeilisheit fyri at menna SvF. Og hetta skuldi verið grundað á væl fyrireikað forarbeiði [...] er nú, at ÚF og SvF skulu leggjast saman. Men tá ið einasta veruliga orsøkin er danofobi: ein barnslig roynd at forða føroyingum at síggja danskt sjónvarp, er spurningurin , um hetta ikki var betri ógjørt [...] , soleiðis at veruligur vinningur fekst burtur úr eini samanlegging í staðin fyri sum nú, eini vón um vinning. Nær, Jógvan á Lakjuni, nær? Nei, Jógvan á Lakjuni, nógvar ferðir meiri umráðandi enn ein
stóran uttanríkispolitiskan týdning, skulu leggjast fyri uttanlandsnevndina til hoyringar. Jákup Mikkelsen heldur, at russlandsferðin hjá løgmanni og avgerðin um at skriva undir fríhandilsavtalu við Turkaland [...] løgtingið stendur saman um stórmál, sigur Høgni Hoydal. Jákup Mikkelsen sigur, at nú løgtingið viðger okkara uttanríkispolitisku viðurskifti væntar hann sær eina frágreiðing frá løgmanni um hesi viðurskifti. [...] Turkaland, eru so mikið stór mál, at tey skuldi løgmaður at hava lagt fyri uttanlandsnevndina frammanundan. Men tað gjørdi hann ikki, staðfestir hann. - Stýrisskipanarlógin er greið og eg dugi ikki at síggja
landsstýrismann í samferðslumálum, Henrik Old, um innkomuvegin til Havnar í sambandi við Eysturoyartunnilin, og var henda avtala endin á einum áralongum stríði um ferðsluna til og úr Havnini. Men nú eru fýra [...] innkomuvegur komin – og um fáar mánaðir letur tunnilin upp, so tá kunnu vit vænta eina veruliga ferðsluøking í Suðurstreymoy. Borgarstjórin í Havn byrjaði við at steðgað arbeiðinum, tí nú skuldi brádliga kannast [...] kannast ein fantasiloysn um tunnil undir Havnina, men hon fekk onga undirtøku fyri hesum, og síðani er altso einki hent! Nú sigur landsstýrið seg vera til reiðar at fara undir arbeiðið, og 10 milliónir krónur
snýr tað seg um einar 150 til 180 næmingar, og um so varð at hetta tilboðið bleiv varðandi, so fer tað neyvan uppum 200 næmingar árliga. Sostatt fer hetta at kosta í mesta lagi 400.000 krónur um árið, sigur [...] krónur í part um árið til limagjøld og luttøkugjøld í sambandi við frítíðarvirksemi. Tað var Runavíkar kommuna, sum var fyrst við hesum slóðbrótandi tiltaki, við tí fyri eyga, at tað skuldi ikki vera fíggjarliga [...] sum legði uppskotið fyri bygdaráðið, og hann sigur í dag, at tað var full undirtøka fyri tí. Men leggjast skal kortini afturat, at málið skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað kann setast í gildi