Tað eru nógvir B68 fjepparar við Stórá í Trongisvági, og lagið er í toppi, nú tað verður riggað til at fara norður um aftur fjørðin í góðveðrinum í kvøld.
Jóhan Hendrik Ellefsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-1. Harvið hevur B68 fyri aðru ferð í eina lítla viku vunnið 1-0 á útivølli – fyrri dysturin var í Fuglafirði – og nú eru toftamenn omanfyri niðurflytingarstrikuna. Teir hava 12 stig, ið er sama stigatal, sum ÍF hevur og eitt fleiri enn 07 Vestur, sum nú er næstniðast.
Tapið ber við sær, at tað sær heilt svart út hjá TB, sum er aftast við tveimum stigum. Vónbrotið var øgiliga stórt, og í teimum seks minuttunum, sum dómarin legði aftrat, sá miðverjin Aron Sørensen tvær ferðir gula kortið og harvið eisini reyða kortið, og nú er hann leikbannaður, tá ið TB sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.
Einasta málið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki. Esmar P. Clementsen er á veg av landinum í útbúgvingarørindum. Hann skuldi verið farin avstað, men hann útsetti fráferðina til eftir týdningarmikla dystin á útivølli ímóti TB.
Esmar P. Clementsen var sera væl upplagdur og eyðsýndur í framrættaða plássinum í vinstru, og tað var hann, sum tiltuskaði B68 frísparkið, sum vísti seg at vera avgerandi. Eftir at hann hevði sneitt framvið tveimum mótstøðumonnum, varð hann steðgaður av verjukenda miðvallaranum Ibrahim Moro. Dómarin segði, at taklingin var óreglulig, og so átti B68 fríspark ein metur uttanfyri brotsteigarmarkið og mitt fyri.
Esmar, Lukasz Cieslewicz og Steffan Løkin gjørdu seg til at skjóta, og tað var Steffan Løkin, sum í besta Beckham stíli lyfti bóltin upp um manngarðin og inn í nettakið. Hann hevur í nógvum dystum verið nær við og næstan, og eingin ivast í málnøsini, og í dag eydnaðist tað hjá Steffani Løkin, sum nú hevur skorað trý mál í landskappingini.
B68 hevði betri tak á bóltinum enn heimaliðið. Lukasz Cieslewicz og Jann Ingi Petersen vóru bindilið í samanspælinum, og fleiri ferðir var talan um góðar støður í TB brotsteiginum. Nikola Stoisavljevic, sum í fjør vardi B68 málið, var stinnur millum TB stólparnar, eitt nú tá ið Esmar P. Clementsen og Steffan Løkin vóru í góðum støðum.
Nýggi B68 málverjin Rói Mørk Hentze hevði ikki nógv at gera. Einasti TB møgyleikin var, tá ið Filip Djordjevic royndi seg eftir eitt lítið korter, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í B68 málið.
Liðavrikið hjá B68 var væl betri, enn tað var hjá heimaliðnum, sum stríðist við, at tað eru fleiri nýggir spælarar, og tað harvið enn restar í, at talan verður um samanspælt lið.
TB - B68 0-1 (0-1)
0-1: Steffan A. Løkin 45.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen