Jógvan byrjaði at klippa á sjómansheiminum og flutti seinni í egin hølir á Høgabóli. Jógvan fór sum 14 ára gamal úr heimbygdini Leirvík til Klaksvíkar í læru sum hárskeri. Hann lærdi hjá Eskild Norðbú. Eftir lokna lærutíð lá leigin hjá Jógvani til høvðusstaðin, har hann starvaðist í nøkur ár. Her fekk hann nógv vinfólk har ímillum hárskeran Egil Lyngsøe og hava teir hildið vinskapin viðlíka fram til dagin í dag.
At vera hárskeri í 60'unum í Havn hevur ivaleyst verið spennandi, men tað var ikki bara arbeiði. Eitt sindur var eisini til frítíð og har ímillum lá leigin okkurt sunnukvøldið í goggudans í sjónleikarahúsinum. Tað var her, Jógvan møttu konu sína Sunnevu Dalsgaard, sum var í læru í Landshandlinum.
Í 69 lá leigin inn til Runavíkar. Longu tíðliga sást, at Jógvan treivst sera væl í Runavík, og tað var einki meira nærliggjandi tá enn at seta búgv har. Jógvan og Sunneva giftust 3. jóladag 1974 og fluttu tá í nýggj hús á Gerðisvegi.
Mangar eru hendingarnar, sum trívast kann í og nógvar eru søgurnar, sum ein hevur hoyrt frá Jógvani við kaffiborðið. Eitt nú tá maður kom at klippa sær, áðrenn hann skuldi til lækna at fáa bót fyri eygnatrupulleika. Tá Jógvan hevði klipt hárið og skuldi snøgga eygnabrýnnar, sá Jógvan, at eitt hár hevði snýkt seg inn undir eygnalokið. Tá tað var klipt burtur, hevði maðurin ikki tørv á at fara til lækna longur. Hetta er eitt dømi um, at mangir ymiskir trupulleikar kunnu loysast hjá barberinum.
Eitt annað, ið trívast kann í, er tá lítillátin maður kom inn til barerin at klippast. Hetta var frá teirri tíðini, tá mannagongdin var tann, at ein bílegði ikki tíð, men kom bara inn og setti seg og bíðaði eftir tørni. Tað var ein av teimum døgunum, tá nógv var at gera. Hansara tørn kom ikki fyrr enn langt var liðið út á dagin. Tá letur í manninum: ”Eg skal giftast um eina løtu”. Tá var um at bera skjótt at við saksinum.
Lítið er at ivast í, at klippistovan hjá Jógvani hevur verið eitt slag av tíðindamiðdepli, har mangt og hvat er borið fram, og er hetta kanska eitt av kridrinum við at vera barberur.
Við ynskjum um at heilsan skal vara við, og at mangir starvsdagar leggjast afturat, ynskja vit tær til lukku við 40 ára starvsdegnum.
Sigrun, Birita og Jákup Emil við familjum










