Nú hevur eisini bygdaráðið í Sørvágið samtykt, at tað skal vera ókeypis hjá børnum og ungum at ganga til frítíðarítriv av ymsum slagi
Tað varð einmælt samtykt á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið
Tað var Jóhan F. á Ørg, sum legði uppskotið fyri bygdaráðið, og hann sigur í dag, at tað var full undirtøka fyri tí. Men leggjast skal kortini afturat, at málið skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað kann setast í gildi.
Verður tað endaliga samtykt, sum alt bendir á, skal bygdaráðið so eisini seta reglur fyri, hvat peningurin kann brúkast til, og hvussu tað skal umsitast.
Men tað, sum bygdaráðið hevur samtykt, er at seta 400.000 krónur á fíggjarætlanina fyri næsta ár og tað er nokk til at øll børn og ung, frá 1. flokki til 10. flokk, fáa 2.000 krónur í part um árið til limagjøld og luttøkugjøld í sambandi við frítíðarvirksemi.
Tað var Runavíkar kommuna, sum var fyrst við hesum slóðbrótandi tiltaki, við tí fyri eyga, at tað skuldi ikki vera fíggjarliga orkan hjá foreldrunum, sum var avgerandi fyri, hvat børnini hava ráð til at ganga til av frítíðarítrivum.
Síðani hevur Nes Kommuna gjørt tað sama, og í gjárkvøldið boðaði eisini meirilutin á Tvøroyri frá, at tey fara at gera tað sama.
Johan F. á Ørg sigur at í Sørvági snýr tað seg um einar 150 til 180 næmingar, og um so varð at hetta tilboðið bleiv varðandi, so fer tað neyvan uppum 200 næmingar árliga. Sostatt fer hetta at kosta í mesta lagi 400.000 krónur um árið, sigur hann.
Hetta er eitt tiltak, Fólkaheilsráðið tekur undir við.
– At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama, heldur Fólkaheilsuráðið.










