siga um eitt levind og gang og eina vantandi fólkaligheit, sum fær hampafólk at fara á dyr aftur. Og hóast hetta hevur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum valt at verja sítt yndisbarn og vónað, at hann kann [...] slapp Tórbjørn Jacobsen sjálvur at gera leikpallin og at sita fyri borðendanum og geva sína frágreiðing um, hví hann hevði valt at taka hetta stigið. Og hansara einfalda frágreiðing var, at ljóskastarin [...] persónin Tórbjørn Jacobsen, at hann skuggaði fyri politikkinum og málunum og at hann sum persónur soleiðis var vorðin ein trupulleiki. Og tí var besta loysnin helst at flyta skuggan (trupulleikan). Spennandi
AUTO í Havn 45 ár - støðin varð stovnað 18. desember í 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga [...] (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina TAXA, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið TAXA. Har varð so hildið til í fleiri ár, og partafelagið varð [...] søga - og Bygdaleiðir røkja nú alla slíka rutu. Mangt umbroytist. Tá Havnará skuldi leggjast undir heilt, og Niels Finsensgøta breiðkast, mátti tann parturin av AUTO, sum stóð á ánni, takast niður, og eftir
afturi ímóti útstoytinum og dampinum. Sámal stýrir, Bergur tekur og eg taki úr og skrædli. Alt gongur hond í hond. Nakrir fuglar eru at síggja á sjónum í ein landnyrðing úr Ennibergi, og nú er heldur slættari [...] spentur, ger seg kláran. Hann lyftir glúpinum, rykkir og skrykkir í eina løtu. Hyggur ? og sær, at her hevur onkur spælt hund! Temperamentið er gott, og meðan nátungin fer aftur við borðinum, rykkir hann [...] gongur úr Havn og norður til Gøtu, har 35-fót stóri glastrevjabáturin hjá Mannbjørn liggur. Ein nátadagur liggur fyri framman. Skiparin, Sámal Petur, verður heintaður í Søldarfirði, og síðan koyra vit
heilt nýtt verk. Dancing Raindrops Hetta verkið er fyri klarinett, violin og klaver, og bíløgdu Danmark Radio og BBC verkið í felag, og varð hetta frumframført í 1996, í radiohúsinum í Keypmannahavn. Enska [...] violin og Jóhannes Andreasen, klaver. Á konsertini verður spældur tónleikur hjá Sunleif Rasmussen. Á skránni hava hesi fýra tónleikarar: Duet, trio og kvartett, umframt soloverk fyri klaver og violin. [...] Noregi, har hann fekk frálæru í teori og klaverspæli. Aftan á hetta kom hann aftur til Føroya, har hann gav frálæru í tónleiki og arbeiddi sum jazzklaverleikari og kórleiðari. Tað, at Sunleif Rasmussen
Vit kunnu kanska kókað tað eitt sindur niður og siga, at mong fólk hava býtt verðina upp í tvey: Hini óndu, og okkum góðu. Hini óndu ber til at gera mangt og hvat við - t. d. týna tey. Á slíkum menniskjum [...] sigur Rói, og nevnir ta klassiska dømi um, at so at siga ein og hvør fer yvir at troysta eitt grátandi barn. ? Hetta er ein partur av tí, at vera eitt menniskja? Viðvíkjandi hjálparkensluni og hesi ringu [...] hjálparhugtakið í síni heild. Hesin kemur við tí hugskoti, at eitt og hvørt menniskja í vesturheiminum átti at lati 10% av inntøkuni til hjálp og menning í teimum fátøku londunum. ? Her kann nevnast, at í Føroyum
Natúr á Áarvegnum í Havn. Og hetta er eisini nakað teir vilja síggja og uppliva. ? Tá skotar vóru í Føroyum til landsdyst seinast vórðu føroyingar og skotar ógvuliga væl. Og myndin av teimum gestablíðu [...] gestablíðir føroyingar eru, og hvussu gott umdømið hjá føroyingum er niðri í Skotlandi. Føroyingar hava bjóðað skotum inn at gista hjá sær, og sum so líkjast føroyingar og skotar ógvuliga nógv, sigur Sissal [...] aftur til Skotlands, og livir víðari har. ? Café Natúr kenna teir allir, og er hetta nakað teir vilja síggja. Onkur spurdi meg, um ein modell-stova helt til í endanum á Café Natúr, og ein annar spurdi, hvar
so langar við hvørt, men hann fekk einki mál. Og mál eru eisini ein trupulleiki hjá FCK, tí teir hava bara skorað 10 mál í teimum 12 dystunum higartil, og tað er tað næstminsta av teimum 12 liðunum í [...] spældi, og tí flutti FCK-venjarin hann inn á mittasta álopsplássið, og tá kom lív í hann aftur. Michael Hemmingsen, verjuspælari hja OB, togaði innanfyri tveir minuttir tvær ferðir Toda niður, og tað fekk [...] Millum áskoðararnar vóru tríggir kendir mans. Jesper Olsen, Søren Lerby og John Sivebæk liva av at selja fótbóltsspælarar, og teir vóru og hugdi eftir dystinum. Danska blaðið BT vil vera við, at teir vóru sendir
Heinesen og Richard Heinesen. Guttabáturin úr Oyndarfirði: John -, Sigurð – og møguliga Elibert Joensen. Syðradalsmenninir prátaðu við manningina á Klakki (10-mannafar), meðan hesir sótu og egndu á [...] a var hent, men hvat og hvar visti eingin. Hetta var dyggur – og lemjandi smeitur fyri familjur teirra har Uppi í Hoygarðinum og fyri Syðradal sum heild. Brøðurnir, Kristian - og Dánjal Danielsen (hesin [...] fram fyri ein, og hjá familjuni, Solveig og Elsu fór ein heilur heimur í knús, ið hesi fólkini ikki kunnu koma yvir, hóast tey sjálvandi so við og við hava megnað at reist seg aftur og onkursvegna lært
skotið. Í ein hálvan tíma var KÍ omaná og spælið hjá teimum var gott og skapandi. HB spælið hekk hinvegin illa saman og fleiri feðir stóð Sigfríður á síðulinjuni og ýldi á sínar leikarar um at spæla bóltin [...] Klaksvík og aftur skoraði hann. Hesa ferð var einki gali við málinum, sum kom eftir uppspæl í vinstru síðu. Klokkan á KÍ høllini er illa nokk komin runt níggju ferðir og HB hevur verið leikliga omaná og er á [...] høvdu hug at hála í hondbremsuna og tí var sjáldan vandi á ferð. HB hevði bóltin, men megnaði sjáldan at spæla seg fram til nakrar málmøguleikar. KÍ lá og bíðaði eftir HB og royndi at fanga teir í nøkrum
steðgin gekk skjótt. KÍ skoraði eftir 48 og 53 minuttir, og so gav HB skarvin yvir, og málini rullaðu ígjøgnum hjá Sigtóri Andreasen. KÍ skoraði eftir 58, 72, 74 og 79 minuttir. U-16 landsliðsmaðurin hjá [...] vágamenn og tvørámenn, sum skjótt nærkast botninum. Í næstsíðsta umfarinum skal TB vestur í Vágar, og tá kann tað væl hugsast, at stríðið fer at standa um at sleppa undan næstniðasta plássinum og harvið [...] ÍF. VB-GÍ 2-0 (1-0) Við bygdarráðsformanninum og fyrrverandi GÍ formanninum, Jógvani Gregersen, á odda, høvdu gøtumenn nógvar royndar spælarar, sum áður hava havt víst stórt fótbóltsskil og hegni, men nú