Todi vandamikil - men ger einki mál

Fótbóltur: Einki av feløgunum hjá føroyingunum í superliguni vann

mikukvøldið

(KEYPMANNAHAVN) Bert fáar dagar eftir frálíka avrikið í Prag vóru tríggir av føroysku landsliðsmonnunum aftur til arbeiðis í superliguni. Mikukvøldið var eitt umfar spælt í bestu donsku deildini, men tað eydnaðist ongum av føroysku spælarunum at vinna, hóast tveir teirra spældu á heimavølli.

Herfølge tapti fyri fyrstu ferð í ár, AGF tapti aftur, og FC Keypmannahavn fekk bert javnleik móti uppflytarunum OB í Parkini. Hóast tapið heldur Herfølge fast um oddasessin í superliguni, og teir eru framvegis trý stig frammanfyri næstuliðini, men nú eru risarnir Brøndby og AaB farin at nærkast.


Todi vandamikil

Todi Jónsson var í altjóða serflokki, tá Føroyar spældu í Prag leygardagin, men hann manglaði at fáa mál. Og tað er kjarnin í søguni um Toda Jónsson í løtuni. Hann spælir væl, er avbjóðandi, kemur til kjansir, men manglar at fáa bóltin seinasta teinin í málið.

Soleiðis var tað eisini, tá FC Keypmannhavn spældi móti nýggja liðnum í superliguni, OB, mikukvøldið. Todi Jónsson var klárt vandamesti spælarin hjá FCK, hóast løturnar millum, at føroyingur spruttaði, vóru í so langar við hvørt, men hann fekk einki mál.

Og mál eru eisini ein trupulleiki hjá FCK, tí teir hava bara skorað 10 mál í teimum 12 dystunum higartil, og tað er tað næstminsta av teimum 12 liðunum í superliguni.

OB kom á odda tíðliga í dystinum, eftir at miðverjan hjá FCK frammanundan fleiri ferðir hevði víst, at hon er ikki tann tryggasta í superliguni. Síðani lagaði dysturin seg soleiðis, sum so nógvir dystir hava verið tað hjá FCK seinastu tíðina. FCK trýsti fyri at fáa mál, OB vardi við nógvum fólki og royndu so at leypa við skjótum mótálopum.

Innanfyri fyrstu 20 minuttirnar hevði Todi Jónsson longu givið fleiri dømi um, hví hann er við frá byrjan hjá FCK hvørja ferð. Einu ferðina streyk hann avstað í vinstru, dróg einar 30 metrar, áðr-enn hann spældi góðan bólt innfyri, og síðani hann hann tvær góðar royndir á málið. Onnur var eitt skot úti frá, sum OB-málverin, Lars Høgh, bjargaði til horna, og hin royndin var eftir fríspark, sum Todi fekk høvdið á, men onkursvegna bjargaði Høgh aftur.

Í seinna hálvleiki gjørdi Todi ikki so nógv um seg í vinstru síðu, har hann spældi, og tí flutti FCK-venjarin hann inn á mittasta álopsplássið, og tá kom lív í hann aftur. Michael Hemmingsen, verjuspælari hja OB, togaði innanfyri tveir minuttir tvær ferðir Toda niður, og tað fekk hann reytt kort fyri.

Løtu seinni breyt Todi ígjøgnum mitt fyri, men hann sendi skotið úr fríari støðu fram við málinum. Hetta var helst besti kjansurin hjá FCK, áðrenn Thomas Thorninger beint fyri leiklok stútaði frísparksbólt í kassan til 1-1.


Herfølge fekk frammaná

Herfølge spældi helst truplasta dystin á árinum, tá teir fóru til Aalborg at takast við meistaraliðið AaB. Undan hesum dystinum hevði Herfølge ongan dyst tapt, og nú teir taptu fyri fyrstu ferð, gjørdu teir tað við lít.

Úrslitið av dystinum var ikki minni enn 4-0 til AaB, sum hevði sitið á meginpartinum av dystinum, tá teir 22 minuttir fyri leiklok fingu fyrsta málið.

Ein týðandi orsøk til, at heimaliðið einki mál fekk fyrstu tríggjar fjórðingarnar av dystinum var, at Jákup Mikkelsen hendan partin av dystinum var besti maðurin á útiliðnum. Hann hevði fleiri góðar bjargingar, og serliga tann, hann hevði, tá Ståle Solbakken smekkaði til úr 16 metrum, var frágera góð.

Men seinastu 20 minuttirnar av dystinum var Jákup fullkomiliga seldur, tí øll uppdekking í verjupartinum fór av lagi hjá Herfølge. Og so fall Jákup saman við liðfeløgunum, tí seinasta málið má hann taka a seg. Hann kláraði ikki at halda einum langskoti, og so sparkaði Andreas Oper ripostin í málið.

? Fyrsta tíman fekk eg fatur á øllum, men tá markeringarnar sviku, fuku bóltarnir um oyruni á mær. Nei, hendan dystin mugu vit skjótast gjørligt gloyma, segði Jákup Mikkelsen eftir dystin.

Millum áskoðararnar vóru tríggir kendir mans. Jesper Olsen, Søren Lerby og John Sivebæk liva av at selja fótbóltsspælarar, og teir vóru og hugdi eftir dystinum. Danska blaðið BT vil vera við, at teir vóru sendir til dystin av Manchester United, men tað noktaðu teir fyri.

Ætlanin var, at teir tríggir skuldu hava fund við AaB-málverjan, Jimmy Nielsen, men tann fundurin var avlýstur, tí flogfarið hjá teimum var seinkað. Um teir so ístaðin hava fingið eyguni á málmansevnini hjá Jákup Mikkelsen fer tíðin ivaleyst at vísa.


Óli hevði trupulleikar

Undan dystinum millum AGF og Brøndby í Århus var mest gjørt burtur úr, at løgreglan skuldi møta manssterk upp. Seinasta Brøndby og AGF spældu var rok, og hesaferð vildi løgreglan forða fyri, at tað fór at endurtaka seg.

Tað eydnaðist eisini teimum mongu løgreglumonnunum at stýra áskoðarafjøldini, og meðan teir gjørdu tað, handtóku teir sjey áskoðarar.

Á vøllinum vóru gestirnir omaná. Brøndby skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, meðan heimaliðið einki mál fekk. Óli Johannesen spældi í høgru verjusíðu hjá AGF, og hann var á vøllinum allan dystin. Í seinna hálvleiki varð hann fluttur í miðverjuna, tá AGF royndi at trýsta.

Óli stóð seg væl í verjupartinum, hann vart sterkur í nærdystunum, men hann hevði trupulleikar, tá hann skuldi spæla bóltin frá sær. Tað viðgekk hann eisini eftir dystin.

? Eg eri vónbrotin av, at vit taptu dystin, og eg haldi ikki, at eg spældi upp til mítt besta. Eg eri nøgdur við verjupartin, men tað gekk ikki væl at spæla bóltin frá mær í dag, segði tvørámaðurin. Tá Brøndby skoraði fyrra málið, gleið Óli Johannesen, og uppspælið hjá Brøndby í vinstru síðu endaði við málið.

AGF liggur í løtuni beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Teir hava Vejle og Esbjerg aftanfyri seg. Næsta umfar í superliguni er sunnudagin.