Í Aldubáruni á ferðini til Íslands verða tað hesi fýra fólkini, sum fara at spæla: Andrea Heindriksdóttir, floytu, Anna E. Klett, klarinett, Øssur Bæk, violin og Jóhannes Andreasen, klaver.
Á konsertini verður spældur tónleikur hjá Sunleif Rasmussen.
Á skránni hava hesi fýra tónleikarar: Duet, trio og kvartett, umframt soloverk fyri klaver og violin.
Nøkur orð um tónleikin, sum verður á konsertini í Íslandi við orðum hjá Sunleif Ramussen.
»Hoyrdu vit havsins andalag, klarinett og floyta, er eitt av mínum fyrstu instrumentverkum, skrivað í 1984. Av tí at eg haldi, at verkið hevur eina vissa dygd, men eisini er av handahógvi merkt, er valt at umarbeiða verkið til hesa konsertina. Arbeiðið varð so umfatandi, at tað, tit hoyra, er næstan eitt heilt nýtt verk.
Dancing Raindrops
Hetta verkið er fyri klarinett, violin og klaver, og bíløgdu Danmark Radio og BBC verkið í felag, og varð hetta frumframført í 1996, í radiohúsinum í Keypmannahavn. Enska ensemblið Capriconr framførdi verkið. Konsertin varð send beinleiðis í danska og bretska útvarpinum. Dancing Raindrops var forarbeiðið til mína 1. Symfoni, sum verður frumframførd í Norðurlandahúsinum 1. apríl 2000. Tónleikurin speglar dropar í ymiskum skapi. Í 1. satsi er tónleikurin hoppandi, sum dropar, ið detta á okkurt hart. Í øðrum satsi er tónleikurin flótandi, sum dropar, ið hava samlað seg í ein hyl. 3. satsur byrjar blítt dryppandi, men endar sum heglingsæl, ið stormurin førir hart ímóti andlitinum.
Echoes of the past
Hetta verk er fyri violinsolo og varð bílagt og frumframført á Myrkum Tónlistadøgum í Reykjavík í 1993. Auður Hafsteinsdóttir, violinistur, framførdi verkið. Eg skrivaði hetta verkið sum eitt boð upp á tað listarliga rákið, ið nevnist postmodernisma. Hetta er tó ikki eitt reint postmodernistiskt verk, men sum heitið sigur, eitt ekkó av farnum tíðum. T.d. er tað nógva av boðateknikkinum lántur frá Paganini. Tónamálið er dur, moll, forminskaðir og forstørraðir tríklangir. Tó oftast kombineraðir við leysum streingjum á violinini, ið ikki hoyra tonalt til harmoniirnar.
Sum hin gylta sól
Soloklaver. Heitið »sum hin gylta sól« er leyslig umseting av sálminum Som den Gyldne Sol Frembryder, (á føroyskum: Sum ígjøgnum sortar skýggjar). Havi leingi roynt at funnið fram til teknikk, sum fær fram samljóð millum okkara vøkru kvæða/kingoløg og tann tónleik, eg vil skriva. Verkið er sostatt ein roynd at fullføra henda teknikk.
Í fýra teimum fyrstu satsunum er lagið Som den Gyldne sol Frembryder sett saman við einari 9-tóna rekkju á ymsan hátt, men tú hoyrir ongantíð lagið og tónarekkjuna í síni heild. Í síðsta satsi haldi eg meg verða komna á mál. Teknikkin havi eg nevnt »goymd pasacalia« t.v.s., at lagið kemur ongantíð í ljósmála men er bassgrundralag fyri, at partar av yvirtónarekkjuni trína fram úr hvørjum tóna, og er samstundis grundarlag fyri nýggjum lagi.
Heiti á hvørjum satsi eru tikin úr yrkingini hjá William Heinesen, »vinteren tænder sine blus på vore bjerge«. Verkið er ognað vinmanninum Jóhannesi Andreasen.
Mozaik/Miniture
Hetta verkið er skrivað til hesa konsertina, fyri soloklaver. Orðið Mozaik kemur av, at eg havi tikið smá brot úr fyrsta satsi av míni 1. Symfoni og sett tey saman á nýggjan hátt. Um ein samanlíknar við symfoniina, er hetta eini Miniture bæði í longd og vævi«.
Sunleif Rasmussen (C.V.)
Er føddur á Sandi 19. mars 1961. Føroyskt tónaskald, búsitandi í Danmark. Spældi rocktónleik sum ungur, en fekk onga rættiliga tónleikafrálæru, áðrenn hann sum 17 ára gamal fór á musikkskúla í Noregi, har hann fekk frálæru í teori og klaverspæli. Aftan á hetta kom hann aftur til Føroya, har hann gav frálæru í tónleiki og arbeiddi sum jazzklaverleikari og kórleiðari. Tað, at Sunleif Rasmussen í 1984 møtti íslendska tónaskaldinum Atla Heimir Svensson, gjørdi, at hann so smátt byrjaði sum tónaskald av álvara. Í 1988 fór hann við familjuni til Danmarkar at fyrireika upptøkuroyndina til tónlistaháskúlan. Í 1995 tók hann diplomprógv í tónasmíð á kongiliga danska tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann las hjá Ib Nørholm og seinni hjá Ivar Frounberg, tí Sunleif Rasmussen fegin vildi arbeiða við elektroniskum tónleiki. Hann fæst við at seta tey elektronisku ljóðini saman við teimum akustisku ljóðførinum, fyri at víðka teirra klangmøguleikar, t.d. klaveri í »Sum hin gylta« sól (1993).
Hóast Sunleif er eitt melodiskt tónaskald - í hansara verkum eru ofta røddir við og sera nógvur kórtónleikur, finnur tú næstan ongantíð beinleiðis sitat av føroyskum kvæðum ella sálmaløgum í verkum hansara. Men føroysk kvæða- og sálmaløg eru sum oftast tað goymda útgangspunktið fyri at finna fram til grundevnini í tónleikinum, sum hann finnur fram eftir seriellum og spektralum prinsippum, sum t.d. í (landið 1992-93), Sum hin gylta sól, Dancing raindrops (1995). Og 1. Symfoni (Oceanic Days). Í Landið er útgangspunktið føroyski tjóðsangurin. Nógv av verkum Rasmussens hava íblástur frá føroyskum yrkingum. 1. og 3. satsur í Landið eru bygdar á yrkingar hjá Gunnari Hoydal og Róa Paturssyni og Eitt ljós er kveikt hevur sama heitið sum inngangurin í skaldsøguni hjá Williami Heinesen, Móðir Sjeystjørna.
Sunleif Rasmussen hevur eisini fingið nøkur heiðurstekin. Í 1992 fekk hann minnisvirðisløn Azel Agerbys og Leonnie Sonning virðislønina latin ungum tónleikarum, tónaskøldum og orkesturleiðarum. Í 1993 fekk hann virðisløn frá danska Komponistafelagnum. Í 1997 fekk Sunleif Rasmussen játtaðan sømdarpening í 3 ár frá Statens Kunstfond.
Aldubáran fer til Íslands fríggjadagin tann 12. og tey fara at spæla fyri almenninginum í Norðurlanda-húsinum hóskvøldið 11. nov. 1999 kl. 21.00, og eru øll vælkomin at verða við. Ókeypis atgongd.
Tey fara at venja í musikkskúlanum, men mikumorgunin fara tey at venja í Norðurlandahúsinum kl. 10.00-12.00, og eru tit væl-komin at koma at lurta og tosa við tey í Aldubáruni.










