síðan at spæla hann víðari. Lítið hugflog Norðurírland hevði lítið at bjóða í framrættaða spælinum. Tað sást týðiliga, at norðurírar eru ikki vanir við at vera nógv á bóltinum. Teir dugdu ikki at seta [...] Føroyingarnir vistu so at siga allatíðina, hvør næsti leikurin hjá norðurírum var, og tí var stundum lætt at verja fyri. Fantastisk bjarging Jákup Mikkelsen prógvaði væl og virðiliga, at hann er framvegis [...] dugdu gestirnir ikki at handfara. Við vælskipaðum verjuparti, stríðshuganum miðvølli, ágrýtnum framherja, nógvum longum bóltum og hóttandi mótálopum, eydnaðist tað føroyska liðnum at fáa stig móti Nor
vøllin, har bara Símun sá út til at trúgva, at tað bar til at fáa hann – og tað gjørdi hann eisini. Temjingin var fullkomin og skotið næstan eisini, og so var 3-0. At enda var tað so innskifti Kristin [...] gjár, kann saktans fara at vísa seg at vera bjargingin hjá HB og endin hjá 07 Vestur. Í øllum førum skal HB bara hava trý stig aftrat í teimum trimum írestandi dystunum fyri at bjarga sær, meðan 07 Vestur [...] løtu í dystinum sást, at teir í HB veruliga høvdu lisið skriftina á vøllinum og vistu, hvat skuldi til. HB-ararnir vóru grammir og ágangandi, og ikki gjørdi tað støðuna verri, at Hallur Hansson longu
kritikkurin niður yvir meg, og eg gjørdist næstan flóv av, at eg hevði vunnið. Eg fekk kensluna av, at tað var ókul at vinna. Eg brúkti tí nógva tíð upp á at summa meg eftir tað. Eg meldaði meg jú til, tí tað [...] tann rætta veruleikan, og tá er støðan beinan vegin ein onnur. Eg skilji væl, at fólk væntaðu meir av mær. Tey fingu at vita, at eg var so fantastisk og heimsins besti tónleikari. Tað var í øllum førum tann [...] kenningar. Men eg havi lært ótrúliga nógv um meg sjálva. Eg havi lært, at eg ongantíð aftur fari at geva eina fløgu út, uttan at tey, sum arbeiða við mær, brenna fyri sakini. Hvat heldur tú um X-Factor
gongd. Eitt bragd Fyrst er at siga, at talan er um eitt væl skrivað leikrit, ið als ikki er nakað stutt leikrit. Og so skal sigast, at tað ongantíð er lætt hjá áhugaleikfelag at seta leik á pall. Men hóast [...] av latri, ella hugsar, at nú endar galið. Leikurin er skrivaður í nítiárunum, tá landið var í kreppu, fáa vit at vita í leikskránni. Vit hitta fólk, ið velja ivasamar leiðir fyri at lívbjarga sær, og tey [...] stjørnur í sínum leiklutum. Tað er greitt, at her er onki gjørt av tilvild. Leikararnir hóska til leiklutirnar. Krevjandi, óivað, men sjónleikur snýr seg jú um at fáa tað at síggja lætt út. Og tað megna leikararnir
mir ( frá nærum øllum flokkum ) fleiri ferðir verið inni á, at kemur radarin fyrst upp at standa, so kunnu vit vinka farvæl til yvirhøvur at fáa nakrar avtalur upp í lag. Tá er alt for seint, alt for seint [...] er mjólkin langtsíðani súrnað. Fáa vit ongar avtalur í lag, so koma vit bara at liva av góðvild og náði, at onnur lond fara at halda síni lyfti, og geva okkum betri handilstreytir ella líknandi. Sovorit [...] jarnbrotið at fáa ein handilssáttmáli við ES og vónandi eisini Norðurameriku. Samanumtikið Samanumtikið mugu vit eisini minnast til, at vit í Føroyum ikki hava brúk fyri nøkrum radara, men at radarin er
sjálvum at syrgja fyri fígging og sovorðnum. Tað var annars ókeypis at leiga seg inn, um onkur hevði eitt tiltak. Stuðulin til húsið var ikki størri tá, men krøvini vóru minni, so tað var bíligari at skipa [...] Clinton og Al Gore. At húsið fær pening inn ger, at til dømis nýggi uppíbygningurin, sum verður gjørdur í hesum døgum, skal fíggja seg sjálvan. Í aðrar mátar heldur Eyðbjørg Kass ikki, at tað hava verið nakrar [...] eisini at húsið missir roynd starvsfólk fjórða ella áttanda hvørt ár, sigur Eyðbjørg Ótti gjørdur til skammar Tá Norðurlandahúsið var bygt í síni tíð, vóru tað summi sum óttaðust, at bygningurin kom at standa
sjáldan kemur fyri, at tað verður lopið framav. Hjalgrím Elttør iðrar seg sjálvandi um, at hann hesa ferð í yvirtíðini sá reytt, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gult – aðru ferð fyri at standa ov nær í [...] sum tað verður spælt ímóti. At tað ber til at vera meiri miðvísur og beinleiðis í álopsmyndingini vísti NSÍ. Tað bar breidd og tyngd við sær, og tað kann væl fara at vísa seg at verða gull vert um ein lítlan [...] burtur, og so við og við kom munurin til sjóndar, ið ber við sær, at NSÍ er oddalið, og at HB við øllum sínum kanónum ikki hevur møguleika at vinna meiri enn bronsukrónurnar. Maður í mans stað Orsaka av skaða
vórðu niðurlagdar og sparingar fóru fram á øllum økjum. Aftan á trý ár bar til at hugsa frameftir, og at brúka orkuna til at finna upp á nýggjar vørur og tænastur. Í hesum sambandi nevndi hon førleikamenning [...] Jógvansdóttir og Jóannes Eidesgaard. Søren Bruun, stjóri í Suðuroyar Sparikassa helt, at kreppan eigur at geva høvi til at rætta teir skeivleikar, sum eru. Bæði í fyritøkum og politiskt. Eitt nú eftirlýsti [...] arbeiðspláss. Í grundgevingini fyri at velja Hjalta í Jákupsstovu heiðurin, at vera ársins leiðari hjá tí almenna í 2009 varð sagt, hann er framskygdur við áhaldandi at lýsa týdningin av gransking og menning
Eg fari at arbeiða nógv við at gera tað áhugvart at vera sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. Mann skal tora at fara nýggjar vegir og fara frá tí, ið vanliga verður gjørt – sjálvt um vit noyðast at fylgja einari [...] Eg tosi ikki føroyskt, men eg skilji nógv, og eg dugi eisini væl at lesa. Eg havi stórar ætlanir um at læra meg málið, tí at tað er bara at hava virðing fyri landinum, sigur danski sjúkrarøktarstjórin. Royndir: [...] sigur Lisbeth Lykke Bruun. Fer at seta seg til rættis Hvat verður tað fyrsta, tú fert at arbeiða við? - Beint nú fari eg fyrst at seta meg ordiligt í stólin har uppi fyri at vita, hvørji viðurskifti skulu
! Tað er mær ein gleði og stór æra, at Tórshavnar Ítróttarráð hevur biðið meg um at seta ólavsøkuna í ár. Tað takki eg fyri og vil eg nýta høvi at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Havnar á [...] tað tá var hjá bygdafólki at koma til Havnar. Tað mundi ganga tað mesta av einum degi at at koma higar, har tað í dag ikki tekur meira enn ein tíma hjá flest øllum føroyingum at koma her oman á Vaglið. Vegir [...] gamal. Tað kann tykjast eitt sindur løgi, at vit soleiðis heiðra ein norskan kong, men havandi í huga, at tá hoyrdi Føroyar undir Trøndheims Bispadømi, og at kirkjan tá hevði almikið vald, er tað kanska