Nýggi sjúkrarøktarstjórin, Lisbeth Lykke Bruun, er ein 44 ára gamal dani og hevur longu búð í Føroyum einaferð áður. Í 1990 flutti hon til Føroyar og starvaðist á barna- og á psykiatrisku deildini á Landsjúkrahúsinum. Nýggi sjúkrarøktarstjórin kennir tískil nógv til føroysku viðurskiftini innan heilsuverk og fer at nýta hesa vitanina, tá hon kemur aftur til Føroya, sigur hon. Eftir tvey ár í Føroyum, flutti hon niður aftur til Danmarkar, og her hevur hon nomið sær drúgvar royndir innan sjúkrahúsverk og leiðslu, ið hon tekur við sær heim til Føroyar fyrsta septembur í ár, tá hon setur seg í stjórastólin á Landsjúkrahúsinum.
- Eg havi ein stóran kærleika til føroysku mentanina, sigur Listbeth Lykke Bruun.
- Eg tosi ikki føroyskt, men eg skilji nógv, og eg dugi eisini væl at lesa. Eg havi stórar ætlanir um at læra meg málið, tí at tað er bara at hava virðing fyri landinum, sigur danski sjúkrarøktarstjórin.
Royndir: leiðsla, tænasta og gransking
Lisbeth Lykke Bruun hevur lisið sálarfrøði, heilsufrøði, sjúkrarøktarfrøði og hevur ein master of Public Health. Lisbeth Lykke Bruun hevur starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og hevur verið í leiðslustørvum innan sálarfrøði og heimasjúkrarøkt. Seinastu fýra árini hevur hon starvast sum verkætlanarsamskipari í Servicestyrelsen, ið er stovnur undir danska Vælferðarráðnum.
- Eg havi samstarvað við donskum politikkarum, og hetta kemur at hjálpa mær nógv komandi tíðina, sigur nýggi sjúkrarøktarstjórin.
- Eg havi granska nógv og arbeitt nógv við granskingarverkætlanum, og hetta ætli eg mær at menna við teimum føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur Lisbeth Lykke Bruun.
Fer at seta seg til rættis
Hvat verður tað fyrsta, tú fert at arbeiða við?
- Beint nú fari eg fyrst at seta meg ordiligt í stólin har uppi fyri at vita, hvørji viðurskifti skulu raðfestast, og hvussu hetta skal gerast, sigur Lisbeth Lykka Bruun.
Kennir tú til teir trupulleikar, ið hava verið í sjúkrahúsverkinum?
- Eg kenni eitt sindur til teir, men hesar havi eg ikki stóran áhuga fyri beint nú. Eg havi tó stóran áhuga fyri teimum ætlanum, ið hava verið áður, og teimum vil eg gjarna stuðla og fylgja.
Hvussu ætlar tú at nýta tínar royndir og eginleikar í Føroyum?
- Eg haldi, at eg kann hugsa øðrvísi og koma við einum nýggjum anda. Tann virkisætlanin, ið liggur á sjúkrahúsinum, haldi eg vera sera skilagóð, og hon líkist nógv tí ætlanini, ið longu er í Danmark.
- Eg fari at arbeiða nógv við at gera tað áhugvart at vera sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. Mann skal tora at fara nýggjar vegir og fara frá tí, ið vanliga verður gjørt – sjálvt um vit noyðast at fylgja einari strammari fíggjarætlan, sigur ein flennandi sjúkrarøktarstjóri.
Fimm ár í Føroyum
- Setanarskjalið gevur mær fimm ár í starvinum, og eg ætli mær at verða sitandi tey næstu fimm árini. Familjan verður verandi í Danmark í fyrstu atløgu, greiðir Lisbeth Lykke Bruun frá.
- Eg gleði meg at koma aftur til Føroyar at arbeiða. Eg haldi, at tær avbjóðingarnar, ið koma, eru sera áhugaverdar og mennandi.
Seks umsóknir
Setanarbólkurin var mannaður av sjey álitisfólkum frá Almanna- og heilsuverkinum og Landsjúkrahúsinum. Bólkurin fekk seks umsóknir til sjúkrarøktarstjórastarvið, og av teimum varð Lisbeth Lykke Bruun sett í starvið. Fleiri danir og føroyingar búðsitandi í Danmark søktu starvið. Tá Sosialurin spyr Allan Skaalum, sjúkrahússtjóra, hví tað bleiv akkurát Lisbeth Lykka Bruun, svarar hann soleiðis:
- Tað er sjálvandi altíð ein heilarmeting, ið verður gjørd. Fyrst hyggir mann eftir, at setanarkrøvini í lýsingini verða nøgdaði, og síðan hyggir mann út um hesi krøvini. Lisbeth Lykke Bruun hevur sjálv greitt frá, hvat hon kann veita sjúkrahúsinum, har hon hevur havt nakrar drúgvar royndir, vit kunnu nýta her í Føroyum. Lisbeth hevur nakrar sjónarvinklar, sum hinir báðir stjórarnir kanska ikki hava. Hon vil gjarna seta ting í verk viðvíkjandi gransking, sum er øðiliga áhugavert fyri meg, sigur Allan Skaalum.
Verður tað ein trupulleiki, at hon ikki dugir at tosa føroyskt?
- Nei, tað trúgvi eg ikki, sigur Allan Skaalum.
- Her hava verið nógvar danir áður. Millum annað var danskur læknastjóri fyri trimum árum síðan, og tá var eingin trupulleiki. Lisbeth Lykke Bruun kennir eisini væl til føroysk viðurskifti sum heild, so tað skuldi ikki verði nakar trupulleiki, endar Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri.
Setanarbólkurin:
Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri og formaður
Tummas í Garði, læknastjóri
Heri Joensen, starvsfólkastjóri í Almanna- og heilsumálaráðnum
Ása Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska deplinum
Jákup Midjord, leiðandi yvirlækni á skurðdeplinum
Elin Rasmussen, starvsfólkaumboð á Landsjúkrahúsinum
Hergerð Heldarsgarð, felags álitisumborð fyri sjúkrarøktina