Ummæli: Fótur í hosu: Leikandi lætt, láturvert og eitt leiklistarligt bragd

Ein sera skemtiligur leikur, og leikararnir glógva allir sum stjørnur í sínum leiklutum. Tað er greitt, at her er onki gjørt av tilvild.

Suðuroyar Sjónleikafelag framførir í hesum døgum leikin “Fótur í hosu”.

 

Hetta er leikur, sum systkini Súsanna og Hans Tórgarð hava skrivað, og tað er systir teirra, Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, nú leikurin er settur á pall í SALT á Drelnesi.

 

Vit kunnu tað sama avdúka beinanvegin, at talan er um eitt megnar avrik av leikfólkunum í Suðuroyar Sjónleikafelag. Tey hava áður roynt seg við kabarett og við barnaleiki. Men at seta ein leik á pall er nakað annað. Og tá talan er um stóran leik, so er uppgávan stór.

 

Tí her er ikki talan um eitt lítið leikrit. Hetta er ein sera væl skrivaður leikur, ið minnir okkum, ið eru nakað komin til árs, á teir skemtileikir, ið áhugaleikarar mangan framførdu, um vit bakka eini 20 ár aftur í tíðina. Skemtiligt, og fløkjur, brongl og misskiljingar gera sítt, so hyggjarin hvørt um annað situr spentur, heldur um búkin av latri, ella hugsar, at nú endar galið.

 

Leikurin er skrivaður í nítiárunum,  tá landið var í kreppu, fáa vit at vita í leikskránni. Vit hitta fólk, ið velja ivasamar leiðir fyri at lívbjarga sær, og tey, ið ikki fáa stýrt sínum grammleika. Ein væl svingandi komedia.

 

 

 

Á, den komedia!!

 

Og hetta er av sonnum ein komedia! Óendaligar tilvildir og misskiljingar renna saman í eina eind, so fløkjan gerst fullkomin. Tey bæði systkinni, sum halda seg hava funnið ein hátt at vinna stóra peningaupphædd. Danski hýruvognsførarin, ið tilvildarliga gerst partur av hesum. Bankastjórin, og kona hansara, og so tilkomna kvinnan, ið leigar út, men sum so fær ein heldur óvæntaðan leiklut.

 

Føtur eru lyklaorð í leikinum, og tá føtur verða funnar í einum ruskposa, er leikurin væl og virðiliga í gongd.

 

 

 

Eitt bragd

 

Fyrst er at siga, at talan er um eitt væl skrivað leikrit, ið als ikki er nakað stutt leikrit.

 

Og so skal sigast, at tað ongantíð er lætt hjá áhugaleikfelag at seta leik á pall. Men hóast nokkso nýtt felag, og hóast royndirnar í stóran mun byggja á kabarett, so merkist hetta ikki, tá leikarar úr Suðuroyar Sjónleikafelag fara á pall við “Fótur í hosu”.

 

Í væl meira enn tveir tímar er full ferð á, og leikgongdin er skiftandi. Bæði við pallskiftum, men eisini í ferð og ymsum leikarum. Enn einaferð skal staðfestast, at uppgávan er ikki løtt, men áskoðarin sleppur við á eina ferð, har alt gongur leikandi lætt.

 

Stuttligt, spennandi og ikki minst so sera, sera skemtiligt.

 

Eg fari at rósa teimum 8 leikarunum á pallinum, og øllum teimum, sum hesaferð hava tikið tøk aftanfyri leiktjaldið.

 

At dugnaligi Arni Carlsen siitur við Steinway flyglið í SALT er bara prikkurin yvir i’ið. Skapar stemning frá leikbyrjan, og at pallskiftini eru sjónlig er gott hugskot. Her gera tey ein leik burturúr at skifta pallin, har onki verður sagt, men klaverið leikar lystiliga, og ger hetta eina ímynd, ið minnir um gomlu ljóðleysu filmarnar, har ein klaverleikari ofta leikti undir filmsýning.

 

Leikararnir megna at bera leikin. Teir duga sín tekst, og tað kennist trygt, tí ferð er á, og ongin ivi tykist vera á pallinum.Og hetta er so avgjørt rós vert, tá vit hava við áhugaleik at gera.

 

Og til frumsýningina leygarkvøldið tyktist eisini semja milum ákoðararnar um, at avrikið var til UG!

 

Ria Tógarð hevur gjørt sítt arbeiði væl, má sigast! Og hon hevur havt hjálp frá Ebbu Malenu Debess Thomsen, ið umframt at hava ein høvuðsleiklut, hevur verið hjálparleikstjóri. Hon er ættað av Tvøroyri, er flutt suður, og hevur útbúgving sum sjónleikari.

 

Ein sera skemtiligur leikur, og leikararnir glógva allir sum stjørnur í sínum leiklutum. Tað er greitt, at her er onki gjørt av tilvild. Leikararnir hóska til leiklutirnar. Krevjandi, óivað, men sjónleikur snýr seg jú um at fáa tað at síggja lætt út. Og tað megna leikararnir!!

 

Arne Johansen, Ebba Malena Debess Thomsen, Rói Einarsson, Max Rasmussen, Mariann Johansen, Dania Johansen, Esther Rasmussen og Michella Evely. Hetta er tey á pallinum; stjørnurnar, ið gera eitt bragd, har tey undirhalda og vísa, at tey megna leiklist á høgum støði.

 

Til lukku, Suðuroyar Sjónleikafelag. Við hesum leikinum hevur unga felagið staðið sína próvtøku. Við hægsta próvtali.

 

Eg vil avgjørt mæla øllum til at síggja leikin, og harvið síggja ein góðan, vælskrivaðan leik, framførdur av góðum leikarum. Leikurin verður í hesum døgum framførdur í mentanarhúsinum SALT.

 

Men, sum skaldið tók til: Tað er so lætt, tá ein dugir at spæla sjónleik!

 

##med2##

 

##med3##