Stóðu vit saman, Føroya synir sterku?

Tað var Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, sum í dag setti ólavsøkuna á Tinghúsvøllinum kl 14. Sjúrður Olsen, sum er ættaður og býr á Argjum, hevur býráðslimur fyri Fólkflokkin síðani 1. januar 2001

Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Sjúrði Olsen:

Góðu føroyingar!

Góðu ólavsøkugestir !

Tað er mær ein gleði og stór æra, at Tórshavnar Ítróttarráð hevur biðið meg um at seta ólavsøkuna í ár. Tað takki eg fyri og vil eg nýta høvi at bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til Havnar á ólavsøku.

Ólavsøkan, tjóðdagur okkara er til minnis um Kong Ólav, sum lat lív í bardaga móti heidna bóndaherinum á Stiklastøðum ár 1030, bert 35 ára gamal. Tað kann tykjast eitt sindur løgi, at vit soleiðis heiðra ein norskan kong, men havandi í huga, at tá hoyrdi Føroyar undir Trøndheims Bispadømi, og at kirkjan tá hevði almikið vald, er tað kanska ikki so løgi kortini.

Føroyingar byrjaðu ólavsøkuhaldið umleið 100 ár aftan á deyða Ólav hin Heilaga, og hava vit hildið ólavsøku síðani tá.

Nú á døgum man ólavsøkan í Føroyalands miðstøðu, Tórshavn, vera eindømi sum savningardepil í londum á okkara leiðum. Kanska ongantíð sum júst songløtuna á midnátt á ólavsøku kenna føroyingar sín samleika sum mentað fólk og tjóð.

Eins og undanfarnu ár hava vit hampað og pyntað um býin, so hann í dag stendur veitsluklæddur. Skrúðgongan við ítróttarfólki hevur júst marsjerað til vakrar tónar frá Havnar Hornorkestri. Reiðfólkið fremst og ítróttarfólkið aftaná, øll í vøkrum búna, og hetta ber boð um, at ólavsøkan er byrjað.

Men einki kemur av sær sjálvum, heldur ikki skrúðgongan á ólavsøku.

Fyrsta skrúðgongan var í 1941, tá teir tríggir reiðmennirnir Kjartan Mohr, Vilhelm Tórsheim og Edvard Samuelsen hildu, at ólavsøkan átti at byrja meira hátíðarliga, og tóku teir stig til setanina, sum vit kenna hana í dag.

Teir heittu á rossafólkið um at vera við til fyrstu skrúðgonguna, og væl bar til. Hópin av ríðifólki møtti upp á hestabaki, og vóru allir í hvítari skjúrtu og svørtum slipsi. Eisini vóru tíggu til tólv smádreingir til gongu við í skrúgonguni. Hesir fittu smádreingir bóru allir hvør sítt føroyskt flagg. Tá eins í dag gekk skrúðgongan gjøgnum miðbýin, ímeðan hornorkestur masjeraði fremst við góðum horntónleiki.

Hans Andreas Djurhuus helt tað fyrstu ólavsøkurøðuna, og var dentur lagdur á, at talan ikki mátti verða politisk, tí ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, og tá eiga vit at gleðast saman um okkara vøkru og góðu oyggjar heldur enn at høggast um partapolitikk.

Ólavsøkan er ikki longur, sum hon var, tá Hans Andrias Djurhuus fyri knøppum 70 árum síðani stóð her. Men, hví skal ólavsøkan ikki broytast, tá alt annað í okkara samfelagi broytist við rúkandi ferð.

Hugsið bara um, hvussu drúgt tað tá var hjá bygdafólki at koma til Havnar. Tað mundi ganga tað mesta av einum degi at at koma higar, har tað í dag ikki tekur meira enn ein tíma hjá flest øllum føroyingum at koma her oman á Vaglið.

Vegir, tunlar, lendingar og skjóttgangandi skip binda okkara samfelag tættari saman. Alt gott um tað, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki missa okkum burtur sum menniskju. Vit mugu minnast til, at um vit ikki trívast her á landi, so ger alt tað sama við stásiligum samferðslukervi.

Tað eru okkara børn og okkara ungdómur, sum skulu taka við, tá vit sleppa, og tí er umráðandi, at vit geva okkara ungu bestu karmar at virka undir.

Og her vil eg koma eitt sindur inn á ítróttin.

Tað er einki sum bindir okkum so væl saman sum ítróttin. Børn og ungdómur og ikki minst vit foreldur gleðast yvir at kunna dystast móti hvørjum øðrum í góðum ítróttaranda. Hvønn dag eru børn í túsundatali til venjingar og kappingar, har sál og kroppur mennist.

Og tað er ikki hissini av óløntum arbeiði, sum lagt verður í ítróttin í Føroyum. Hesi óløntu fólk, eru tær heilt stóru ítróttarhetjunar í okkara landi, og eiga tit alla æru og heiður uppibornan. Besta prógv um at tykkara sjálvbodna arbeiði ber frukt, eru tey góðu úrslit okkara ítróttarfólk fáa, bæði her á klettum og uttanlands.

Og eisini vil eg veita eina stóra tøkk til allar teir stovnar og fyritøkur í Føroyum sum stuðla ítróttin. Uttan tykkara stuðul hevði ítrótturin ikki havt tað høga støði hann í dag hevur.

Eg fari at enda við einum ørindi hjá Havnaskaldinum Hans Andreas Djurhuus, og við hansara orðum seti eg ólavsøkuna 2008.

Stóðu vit saman, Føroya synir sterku,

kundu vit útint mangt eitt roysnisverkið,

kundu vit frama ført til Føroya landið.

Saman tí standið!

Góða ólavsøku øll somul.