vísa myndir í fagrasta veðri. Og tað ber prísin, tá vinnarauppskotið í Klaksvík ? sum annars sær rættiliga spennandi út ? er myndprýtt við parasollum og baðandi fólkum á hvítum sandi í Klaksvík [...] fáa vit ikki í Klaksvík ? ella fyri tað nakra aðrastaðni her á landi, at tað ber til vaða upp undir bringu á eini føroyskari strond. Tilgjørda myndin úr Klaksvík vísir okkum, hvussu tað í øllum førum [...] bláman: 10-20 sekund, so tey uppi aftur, og so er dagsins svimjutúrur liðugur. Kalt og lekkurt, siga tey. Men harfrá og til Costa del Klaksvík ? tað man vera at taka í so rívan til...
politistunum, sum hava vakt og húsast í tveimum bingjum í politigarðinum, er politistøðin tóm. Men tó ikki heilt. Brumman er framvegis í kjallaranum, og verða fólk tikin og koyrd í brummuna fyri náttina, ella onkur [...] onkur verður tikin og skal fyri rættin dagin eftir, fara tey í brummuna. Øll hini hølini á politistøðini eru soppafongd. Sum skilst bagir í so máta brummuni einki, men brummuhølini kunnu ikki vera har [...] hoyringar. Hugsanin við hesum møguleikanum er at byggja, har parkeringskjallari og parkeringspláss eru uppi á dekkinum. Tað fer at kosta nøkur parkeringspláss, um henda loysnin verður vald. Peter Thaysen sigur
Við 90 verkum hjá 30 listafólkum verður Ólavsøkuframsýningin í ár tann størsta higartil. Verkini eru øll tulkingar av hugtakinum ?landslag? í breiðastu merking. Herfyri flutti Grafiski Verkstaðurin úr [...] eru verkini tulkingar av hugtakinum ?landslag? í nútímans merking, sum á ymsar mátar seta sjónleyku á fatanir av, hvat landsløg kunnu vera her heima og úti í heimi. Eisni síggjast meir at kalla avskeplaðar [...] pláss er tí eisini at hýsa teimum mongu og samansettu verkunum, sum verða við á Ólavsøkuframsýningini í ár. Millum tey 90 listaverkini, sum eru við, eru málningar, foto- og steintoysverk, standmyndir úr
heimavøllur, og vit hava ikki tapt her í ár. Og tað er ein deilig kensla, at tað eydnaðist okkum at basa EB/Streymi. Vit vistu, at vit skuldu vera uppi á 150%, og tað vóru vit í fyrra hálvleiki, har vit tvær ferðir [...] um venjarin eisini dugir at vera svakur. Og hvat er so málið hjá tykkum í ár, nú tit av álvara eru í ferð við at blanda tykkum í toppin? - Nú eru tveir dystir eftir undan summarsteðginum, og vit royna [...] ferðir javna og at enda eisini skora til 3-2. Men hvat er tað, sum ger, at tit í B68 eru føriri fyri at venda dystnum? - Vit hava ein góðan venjara, sum dugir at eggja okkum til, og so er hann eisini
gav út í 2000 og 2002. Og stjørnan lýsti sum ein sól er skapað í heitum, kraftfullum litum, og figurarnir eru listarligir á at líta. Alt er júst, sum vit altíð hava ímyndað okkum, at fjósið í Bethlehem [...] Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan. Anastassija Archipowa gjørdist kend um allan heim, tá ið hon [...] Bethlehem hevur verið. Jólakrubban, ið er ætlað at standa frammi í jólamánaðinum, kostar 120 kr í bókahandlunum.
Tað var í august mánaði í fjør, at Willy Stampe fór í kríggj við síni mongu kilo. - Eg hevði gingið og hugsað um tað í eina tíð. Hevði mest sum gjørt upp við meg sjálvan, at nú skuldi eg gera okkurt við [...] fyri meg, at eg vigaði so nógv. Eg orkaði simpelten ikki at fylgja við í gerandisdegnum. - Eg fór til arbeiðis um morgunin, og í døgurðatímanum plagdi eg at sova. Eg plagdi eisini at fáa mær ein lúr beint [...] beint aftan á arbeiðstíð, tí eg var altíð so troyttur. - Um náttina svav eg ov lítið, tí eg var ofta uppi væl út á náttina og hugdi eftir videofilmum, og aftur við filmunum skuldi eg so eta og drekka okkurt
Gamaní manglar tað obligatoriska tokið. Men slíkum hava tey ikki brúk fyri í Kunoy. Har eiga tey eina viðalund uppi í einum botni, sum ein góðan seinnapart verður næstan eins heitur og einhvør suðurlendsk [...] um við bláum lofti í baksýni. Uttan bara til Kunoyar, har Nestindar sum pallmynd ger leikin eins livandi og fagran, sum tað, tú plagar at síggja á stóru putlispølunum, sum liggja í bókahandlunum. Gamaní [...] gera. Og so undrast vit á, hvat allir hesir útlendingarnir vilja, sum koma hendanveg. Ganga dobbaðir í vetrarklæðum millum bygdirnar og síggja heilt merkiligir út. Men kanska hava tey verið á teimum hvítu
Sunnumorgunin hevði onkur eisini brotið ein stóran rút í Gunleivs Bakaríi við Landavegin. Politiið hevði eisini verið ein túr uppi í Badmintonhøllini eftir onkrum, sum vísti seg at gera ónáðir. Viðkomandi [...] Nøkur smærri herverk hava verið í Havnini um vikuskiftið. Náttina til sunnudagin hevði onkur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil í Gundadali. Har vóru rútarnir brotnir, men onki varð stolið úr bilinum. [...] atburð, men helt áfram at venda aftur og gera ónáðir. Eisini var politiið til húsafrið onkrastaðni í Havnini, men tað hevði ikki so nógv upp á seg, og tamarhald var beinanvegin á støðuni Tvey smærri f
krónur árliga. Fæst loyvi frá SEV, at binda í netið, kunnu myllurnar standa á Mýrunum í august mánað í ár og lata grøna orku inn á netið. Stýrið hjá SEV skal í næstum takað støðu til, um tað vil viðmæla [...] Smápartafelagið Sp/f Røkt úr Vestmanna hevur seinastu mánaðirnar kannað vindviðurskiftini uppi á Mýrunum í Vestmanna við tí fyri eyga at reisa vindmyllur á staðnum Kanningarnar higartil hava ført til, [...] at Røkt nú hevur avgjørt at reisa myllurnar, treytað av, at felagið sleppur at binda í netið hjá SEV. Røkt hevur optión uppá 3 Westas V47-660 kW vindmyllur. Myllurnar standa á einum 45 metra høgum torni
Í morgin, leygadagin, verður ein stórur dansidagur á Tvøroyri. Tá verður fyrst ein stór dansiframsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági klokkan 15, og kl. 11 um kvøldið verður almennur dansur, eisini í [...] í høllini. A dansiframsýningini fara yvir 100 dansarar, sum hava gingið hjá Onnu Kirstin Thomsen í vetur, at vísa fram. Talan er um eini 60 børn frá 7 til 14 ár, og gott 40 vaksin, og tey elstu av teimum [...] teimum eru langt uppi í árunum. Tað, sum tey fara at vísa fram, eru standarddansir, eitt nú foxtrott, quickstep, rock´n roll og valsi. Men tað verður eisini framsýning av fólkadansum, og tí fer Dansistovugaman