Costa del Klaksvík

Sum vit nevndu í odda­grein­­ini fríggjadagin, so sakn­aðu vit í øllum hesum ar­kit­ekta­kapp­ing­um og hugskotum at síggja, hvussu vit skapa hugn­alig býarrúm í vanligum føroyskum veðri. Tað vil siga í keð­iligum veðri.

Tað skertst ikki burt, at veðr­ið flestu dagar er tað, vit kunnu kalla ófantaligt. Tí er tað eitt sindur misvísandi, at ark­i­tektar altíð vísa myndir í fagr­asta veðri.
Og tað ber prísin, tá vinn­ar­a­uppskotið í Klaksvík ? sum annars sær rættiliga spenn­andi út ? er myndprýtt við par­a­sollum og baðandi fólkum á hv­ít­um sandi í Klak­svík.
Fordómar ella ikki. Slíkt veður fáa vit ikki í Klaks­vík ? ella fyri tað nakra aðra­staðni her á landi, at tað ber til vaða upp undir bringu á eini føroyskari strond. Til­gjørda myndin úr Klaksvík vís­ir okkum, hvussu tað í øll­um førum ikki verður!
Seinastu árini eru nógv fólk vorðin havsvimjarar. Hetta er eitt ítriv, ið tekur dik á seg. Men hyggið eft­ir teimum, sum loypa á blám­an: 10-20 sekund, so tey uppi aftur, og so er dagsins svimju­túr­ur liðugur. Kalt og lekk­urt, siga tey. Men harfrá og til Costa del Klaksvík ? tað man vera at taka í so rívan til...