Skulu hava nýggja brummu

Politiið kannar, hvar í Havn nýggj detensjón kann byggjast. Ein møguleiki er Yviri við Strond, har fútaembætið og politiið nú hava høli

Við undantaki av politistunum, sum hava vakt og húsast í tveimum bingjum í politigarðinum, er politistøðin tóm.
Men tó ikki heilt. Brumman er framvegis í kjallaranum, og verða fólk tikin og koyrd í brummuna fyri náttina, ella onkur verður tikin og skal fyri rættin dagin eftir, fara tey í brummuna.
Øll hini hølini á politistøðini eru soppafongd. Sum skilst bagir í so máta brummuni einki, men brummuhølini kunnu ikki vera har, um ein onnur loysn enn bingjuloysnin verður funnin til vaktleiðararar.

Lìtið itøkilig ætlan
- Støða er ikki til, hvar detensjonin skal byggjast, men vit hava søkt Tórshavnar kommunu um loyvi at byggja omanfyri, har politiið heldur til Yviri við Strond, sigur Peter Thaysen, løgregluovasti.
Umsóknin er send kommununi fyri at kanna, um hetta er ein møguleiki. Málið liggur hjá kommununi, sum hevur sent grannunum tað til hoyringar.
Hugsanin við hesum møguleikanum er at byggja, har parkeringskjallari og parkeringspláss eru uppi á dekkinum. Tað fer at kosta nøkur parkeringspláss, um henda loysnin verður vald.
Peter Thaysen sigur, at ætlanin er so lítið ítøkilig enn, at ongar tekningar eru gjørdar.