Smápartafelagið Sp/f Røkt úr Vestmanna hevur seinastu mánaðirnar kannað vindviðurskiftini uppi á Mýrunum í Vestmanna við tí fyri eyga at reisa vindmyllur á staðnum
Kanningarnar higartil hava ført til, at Røkt nú hevur avgjørt at reisa myllurnar, treytað av, at felagið sleppur at binda í netið hjá SEV.
Røkt hevur optión uppá 3 Westas V47-660 kW vindmyllur. Myllurnar standa á einum 45 metra høgum torni. Veingjadiameturin er 47 metur og hvør myllan vigar umleið 60 tons við øllum.
Íløgan er umleið 15-17 miliónir krónir.
Verkætlanin kann framleiða el til umleið 2000 sethús, svaranadi til 3-4% av samlaðu føroysku elorkuni. Tá hugsað verður um oljunýtslu og dálking, kunnu myllurnar minka um oljunýtsluna, svarandi til umleið 2-3 milliónir krónur árliga.
Fæst loyvi frá SEV, at binda í netið, kunnu myllurnar standa á Mýrunum í august mánað í ár og lata grøna orku inn á netið.
Stýrið hjá SEV skal í næstum takað støðu til, um tað vil viðmæla eitt tílíkt loyvi, men tað er umboðsráðið sum tekur tað endaligu støðuna.










