Sterkir á heimavølli

B36 er í løtuni tað felagið, sum hevur bestu hagtølini á heimavølli. Seinasta tapið í landskappingardysti á heimavølli er tann 26. oktober 2007, tá B36 tapti 2-0 móti HB. Hetta var samstundis einasta heimatapið tað kappingarárið. Seinasta tapið undan hesum var tann 12. august í 2006, tá KÍ við einum knúsandi 5-1 sigri gjørdist higartil seinasta liðið, sum er farið úr kommununi við øllum stigunum, tá B36 hevur átt heimavøll.