Nøkur smærri herverk hava verið í Havnini um vikuskiftið. Náttina til sunnudagin hevði onkur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil í Gundadali. Har vóru rútarnir brotnir, men onki varð stolið úr bilinum.
Sunnumorgunin hevði onkur eisini brotið ein stóran rút í Gunleivs Bakaríi við Landavegin.
Politiið hevði eisini verið ein túr uppi í Badmintonhøllini eftir onkrum, sum vísti seg at gera ónáðir. Viðkomandi varð blakaður út fyri ósømiligan atburð, men helt áfram at venda aftur og gera ónáðir.
Eisini var politiið til húsafrið onkrastaðni í Havnini, men tað hevði ikki so nógv upp á seg, og tamarhald var beinanvegin á støðuni
Tvey smærri ferðsluóhapp hava eisini verið, men her var talan bert um materiellan skaða.
Á Skálatrøð var løgreglan eisini leygarkvøldið. Her snúði tað seg um ein bát, har siglt var við kenning. Viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á sjólógina.
Annars letur løgreglan stak væl at vikuskiftinum.
? Nógv er at fara til, men hetta vikuskiftið hevur ikki verið so nógv øðrvísi enn øll onnur. Tað hevur staðið heilt væl til, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.