legði seg eystanfyri, meðan tað var klárt vestanfyri. Nú sær út til, at tað hevur hug at klárna eystanfyri eisini. Tit eru vælkomin at skriva, hvussu veðrið er, har tit eru stødd, í FB viðmerkingunum niðanfyri
Tað eru nakrar fáar góðar matstovur í heiminum, sum fólk ferðast langt fyri at uppliva. Ein matstova, sum eigur at vera á listanum sum ein "mást" matstova, er føroyska matstovan Koks. Tað skrivar heimasíðan [...] royndi har. Les greinina her: http://www.examiner.com/article/world-class-imaginative-gourmet-dining-at-the-faroe-islands-koks
liðunum tveir tímar at finna mannin, og hann var deyður, tá hann bleiv funnin, hóast maðurin hevði elektroniska leitiútgerð uppi á sær. Løgreglan í Buskerud sigur við blaðið VG, at umstøðurnar í Hemsedal [...] Hemsedal hava verið hættisligar teir seinastu dagarnar, og at vandin fyri skalvalopum er stórur. Maðurin, sum doyði, var úr nærumhvørvinum.
størstu, altjóða forløgum, Random House, sum ætlar at geva skaldsøguna Brahmadellarnir, út á fremmandum málum, í fyrstu syftu á týskum. Informatión skrivar, at hetta er størsta forlag, sum nakrantíð gevur eina [...] eina føroyska bók út og hetta verður eisini fyrstu ferð í nógv ár, at ein føroysk skaldsøga verður givin út á týskum.
føroyingur megnaði í dag at vinna danska meistaraheitið í lopi upp um hestin. Tað er Øssur Debes Eiriksfoss, sum í dag varð sannførandi DM vinnari. Úrtøkan var 14,35 stig, og tølini siga, at talan var um tryggan [...] á danska landsliðnum, sum fyrireikar seg til EM kappingina. Myndir og video frá DM kappingini eru at siggja á www.fimleikur.fo.
Um grundgevingina fyri at lata Kierkegaard mynda eitt føroyskt frímerki sigur Posta, at Kierkegaard hevur eisini havt týðandi ávirkan á føroyskt trúarlív, og tí hevur Posta valt at hátíðarhalda hetta við
tilbúgvingarmyndugleikarnir siga, at eingin stórvegis skaði stóðst av skjálvtanum, og teir hava ikki frætt nakað um, at nakað fólk fekk skaða. Miðdepilin í jarðskjálvtanum var at kalla miðskeiðis ímillum Rom
úr Føroyum. Kavingarmynstrið vísir, at hvalirnir einamest kava djúpari enn 500 metrar fyri at leita eftir føði. Av tí sama eru teir helmingin av tíðini so djúpt, at tað er bølaniða.
sagt, hví tey brádliga eru sannførd um, at flogfarið datt niður í havið har suðuri í Indiska Havinum. Hinvegin sigur malaysiska stjórnin, at tað nú er greitt, at flogfarið fleyg suður í Indiska Havið ella
bak upp á Norðurlandahúsið, at so nógv fólk høvdu hug at vera við. Eisini hevur verið hópurin av fólki til hesa áhugaverdu framsýningina, har ikki færri enn 82 fólk hava valt at sýna sín yndismálning fram