Jarðskjálvti við Rom

Ein jarðskjálvti var nærhendis Rom stutt eftir klokkan níggju í gjárkvøldið. Sambært amerikanska jarðfrøðistovnurin var skjálvtin 4,9 á Richterstiganum.

Italsku tilbúgvingarmyndugleikarnir siga, at eingin stórvegis skaði stóðst av skjálvtanum, og teir hava ikki frætt nakað um, at nakað fólk fekk skaða.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum var at kalla miðskeiðis ímillum Rom og Napoli, og skjálvtin merktist væl í báðum býunum. Í 1980 var ein harður jarðskjálvti í sama økinum, og hann gjørdi stóran skaða.