Eru norðan fyri Asorurnar

Seinastu mánaðin hava merktu hvalirnir ferðast suðuryvir og er nú komin suður á 46 breiddarstig, 400 fjórðingar norður úr Asorunum.

Teir báðir hvalirnir, sum framvegis senda, ferðast eftir Miðatlantsrygginum, einar 20 – 40 fjórðingar um samdøgrið. Teir eru farnir 1200 fjórðingar úr Føroyum.

Kavingarmynstrið vísir, at hvalirnir einamest kava djúpari enn 500 metrar fyri at leita eftir føði. Av tí sama eru teir helmingin av tíðini so djúpt, at tað er bølaniða.