VEÐUR: Hendan fylgisveinamyndin er tikin um 11-tíðina fyrrapartin, og sum tað sæst, so hevði landsynningurin enn einaferð býtt landið í tvey. Mjørkin legði seg eystanfyri, meðan tað var klárt vestanfyri. Nú sær út til, at tað hevur hug at klárna eystanfyri eisini.
Tit eru vælkomin at skriva, hvussu veðrið er, har tit eru stødd, í FB viðmerkingunum niðanfyri.
Næstu tveir tríggjar dagarnar verður hann framhaldandi landsynningur ella eystan.
Mynd: wolken.buienradar.nl