Ein 40 ára gamal maður doyði, tá ein skalvur tók hann í Hemsedal í útnyrðing úr Oslo í dag . Tað tók bjarginmgarliðunum tveir tímar at finna mannin, og hann var deyður, tá hann bleiv funnin, hóast maðurin hevði elektroniska leitiútgerð uppi á sær.
Løgreglan í Buskerud sigur við blaðið VG, at umstøðurnar í Hemsedal hava verið hættisligar teir seinastu dagarnar, og at vandin fyri skalvalopum er stórur.
Maðurin, sum doyði, var úr nærumhvørvinum.










