Somu boð hava avvarandi hjá teimum, sum vóru í flogfarinum, fingið við sms-boðum frá Malaysian Airlines.
Enn hava hvørki myndugleikarnir ella flogfelagið sagt, hví tey brádliga eru sannførd um, at flogfarið datt niður í havið har suðuri í Indiska Havinum. Hinvegin sigur malaysiska stjórnin, at tað nú er greitt, at flogfarið fleyg suður í Indiska Havið ella næstan øvugtan veg samanborið við ta upprunaligu kósina til Beijing.
239 fólk vóru í flogfarinum.