sannførdur um, at kirkjan verður fín, har sum hon skal standa við Sandá, og hann væntar eisini, at fólk verða glað fyri hana. Hann ásannar, at nøkur hava víst sína ónøgd, men roknar við, at tað gongur í [...] afturum. – Sjálvir halda vit, at kirkjan fer at gera túrin fram við Sandá meira áhugaverdan, og vónandi kann tað blíva so, at tað á túrinum fer at bera til at støkka inn á gólvið at sita eina løtu og kanska [...] grundgevingum var, at vinnandi uppskotið tók serlig atlit at økinum og at kirkjan kom at standa væl í lendinum. – Vit arbeiddu við arkitektoniskum loysnum, sum eru neyvt tengdar at júst staðsetingini,
ætlaðu. Ikki minst mundi tað koma illa við, at tað vóru teir royndu telvararnir, sum kiksaðu, meðan teir báðir, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen gjørdu bart við at vinna síni talv, og harvið tryggja [...] 22 á listanum, og tí er einki at ivast í, at tað er eitt sterkt lið, sum Føroyar hittu. Føroysku vónirnar mundu neyvan gerast betri av, at Heini Olsen helst ikki var við í hesum dysti. Sunnudagin boðaði [...] fekk kekkiski stórmeistarin, Haba, bjargað sær javnleikin. Eisini í hinum talvunum áttu føroyingar góðar støður, men felags fyri allar var, at teir ikki megnaðu at halda høvdið kalt, tá mest stóð á, og so
sum vit hava í landinum. Koyrdi eg hann frá, kundi eg tað sama sagt, at eg ikki havi álit á honum, og tað havi eg so avgjørt. Tí segði eg við HS, at tað kom ikki upp á tal at senda dómaran til hús, sigur [...] javnfjar. - Somikikð stór var ónøgdin, at tey komu til mín og søgdu, at varð høvuðsdómarin ikki koyrdur frá, so rýmdu tey úr kappingini, sigur Símun. - Sum vera man, so vildi eg ikki koyra dómaran frá. Sørin Djurhuus [...] er sera óheppið, at eitt heilt felag soleiðis tekur seg úr eini kapping, men tað er so teirra avgerð, er einasta staðfestingin, sum Símun á Høvdanum vil koma við. Símun leggur afturat, at tað sum so ikki
føroyskari list heim við sær. ? Á henda hátt bóru nógv eyga við føroysku listina. Eg minnist, at bara í juli mánað vóru latin umleið 7000 eintøk, og sjálvur haldi eg, at hetta hevur verið við til at breiða boðskapin [...] ber til at siga, at eg havi verið eitt slag av umboðsmanni fyri føroysk listafólk. Fryntligi eigarin av gallarí Sct Gertrud, Kurt Svendsen, festir sær í pípuna og leggur skemtiliga afturat, at gallaríið [...] kirkjuni í Mikladali. ? Hóast eg tá hevði mítt egna gallarí, kendi eg als einki til føroyska list. Men eg bleiv bergtikin av hesum málningi. Teir báðir avreiddu, at Amariel skuldi hava eina framsýning í gallarínum
a. hevði við sær, at Sparikassin kom undir alment eftirlit. Innanríkismálaráðið skuldi hava umsjón við øllum sparikassum, og hartil skuldi Sparikassin nú hava tveir roknskapargrannskoðarar at eftirkanna [...] verður útgivin seinni í ár. Eg ivist ikki í, at bókin kemur at standa sum ein virðiligur varði á leiðini. “Ongin fer so við eikini, at hon ikki flýtur, verður sagt. Lat okkum vóna at hetta eisini heldur stikk [...] trappubrøðurnir í Havn at reisa kapital, so teir kundu keypa sær eina lítla slupp, Fox, sum teir fóru til Íslands við. Hvørt hetta var við lánum, har teir veðsettu ognina, vita vit ikki við vissu – men óhugsandi
ikki vildi vera við meira, tí tey vildu spara meira á tí almenna, væntaði eg (hevði í løtuni gloymt mína læru um politikk), at ein av teimum segði: »Fínt, eg stongi mítt aðalráð, leggi tað saman við einum [...] Tað er tað, teir eru valdir til. Onki skuldi itið »val í ótíð«. Eg eri heilt vís í, at so høvdu teir fólkavaldu noyðst at funnið eina loysn uttan samstundis at hugsa um ein kanska stundandi valkamp. Tað [...] lærarafund fyri nøkrum árum síðani, har køkslærarindan ynskti at fáa ein tíma meira, so at hon hevði tríggjar tímar tilsamans um vikuna, tveir til at gera mat í, og ein til teoriundirvísing. Jú, tað var so rímiligt
Palme, sum saman við konu síni, Lisbet, spákaði mitt í Stockholm á veg heim eftir ein biograftúr. Úr stuttari frástøðuskjeyt ein maður Palme í ryggin við revolvara. Ein kúla rakti so meint, at forsætisráðharrin [...] Svøríki í dag, og millum annað hevur politiið har valt at havt telefonlinjurnar opnar, skuldi onkur komið í tankar um okkurt, ið hevur við morðið at gera – hóast tann møguleikin er lítil, nú so nógv ár eru [...] arrin doyði beinanvegin, og ein onnur kúla bar við konu hansara, so hon fekk smærri snuddir. Nakað eftir midnátt hetta kvøldið bórust boðini um, at Olof Palme var deyður. Fleiri minningarhald hava verið
ímyndini av nornunum. Tí valdi eg at brúka svanir, sum er ein rættiliga nógv brúkt ævintýrímynd í listini. Rútmuna havi eg roynt at fanga við at lata flokkin koma flúgvandi frá havinum og inn í bygningin og myndina [...] málningin jú frá, at leiðslan á sjúkrahúsinum hevði sæð onkrar myndir, eg havi gjørt fyrr. Tí hevur tað ongantíð verið talan um, at eg skuldi flyta meg inn í eitt annað listarligt univers, sum eg kanska ikki [...] hátt. Edward greiðir frá, at av tí at málingurin er so langur, var tað umráðandi at skapa eina rútmu, sum helst eisini skuldi vera eitt framhald av sjálvum rúminum uttan tó at bróta ov nógv frá ímyndini
krevur, at hon verður hildin, og at øll óhumska ikki fær loyv at renna beint á sjógv. Tað eru nógvir bátaeigarar, ið klaga um, at skrokkurin á batinum er so skitin, tá ið hann verður tikin upp, at ein skuldi [...] og í øðrum lagi, skuldi munagóðar bøtur verið givnar, um so er, at treytirnar ikki verða fylgdar. Um eitt skip bunkrar, og olja fær loyvi at renna á sjógv, skuldi hetta verið sekta við einari stórari upphædd [...] bílig loysn er, at leggja eina oljusperring runt skipið, áðrenn byrjað verður at bunkra. Um so eitt óhapp hendir, er lættari at taka oljuna upp, og hon spreiðir seg ikki. Um so er, at óhapp ella vanlukkur
i. Tí fari eg at heita á Tórshavnar býráð um at skipa soleiðis fyri, at økið verður varðveitt óbygt, og at núverandi ánari fær annað hóskandi stykki ella aðra samsýning. Annars haldi eg at Tórhavnar býráð [...] avgerð í einum annars sjálvsøgdum máli. Ognin skuldi ongantíð verið seld. Hon skuldi verið varðveitt sum ein fríðstaður. Tað er hugstoytt at hugsa sær, at gamla ognin hjá Thorvaldi møguliga endar sum eitt [...] Tórshavn er ein vakur býur, og vit sum eru uppvaksin í Havn eru góð við Havnina. Tí er tað við undran at man kan lesa í bløðunum at Tórshavnar býráð hevur selt gomlu ognina hjá Thorvaldi Poulsen, sála