Svimjing
Talan var um eina stóra løtu fyri klaksvíkingar, tá Ægirstevnan 2002 varð s3ett fríggjakvøldið. Seinastu tíðina hevur svimjingin í Klaksvík verið fyri stórum bakkasti, tí umvælingar hava gjørt tað neyðugt at stongt høllina, men nú er hon so opin aftur.
Einir 65 svimjarar úr seks svimjifeløgum høvdu boðað frá luttøku, og fríggjadagin varð lagt fyri, tá sonevnda Grand-Prix kappingin varð svomin. Hetta er ein kapping, sum strekkir seg yvir alt svimjiárið, og har vinnarin ikki verður funnin, fyrr enn stigini verða løgd saman við kappingarársenda.
Góðtóku ikki dómaran
Hóast talan sum heild var um eina væl eydnaða kapping, so var tað serliga ein einstøk hending, sum verður hangandi í minninum, tá tosað verður um kappingina.
Havnar Svimjifelag tók nevnliga tað dramatiska stigið leygarmorgunin, at teir tóku allar sínar svimjarar úr kappingini. Orsøkin til hetta var ónøgd um nakrar kolldømingar í grand-Prix svimjingini fríggjakvøldið.
Símun á Høvdanum, sum var kappingarleiðari fyri kappingina, sigur, at tað var í teimum teknisku svimjigreinunum, firvald og bringu, at nakrar kolldømingar vóru at síggja.
- Hetta vóru kolldømingar, sum raktu øll feløg, men í Havnar Svimjifelag var ónøgdin um hetta stór. Ikki minst eftir at fýra svimjarar úr felagnum vórðu kølldømdir í 4X100 metrar blandaðari svimjing, tí dómarin metti hesar hava nýtt crawl-bein í firvaldi, har reglurnar annars siga, at beinini skulu vera púrsta javnfjar.
- Somikikð stór var ónøgdin, at tey komu til mín og søgdu, at varð høvuðsdómarin ikki koyrdur frá, so rýmdu tey úr kappingini, sigur Símun.
- Sum vera man, so vildi eg ikki koyra dómaran frá. Sørin Djurhuus, sum var høvuðsdómari, er okkara mest royndi svimjidómari, og hann er einasti høvuðsdómari, sum vit hava í landinum. Koyrdi eg hann frá, kundi eg tað sama sagt, at eg ikki havi álit á honum, og tað havi eg so avgjørt. Tí segði eg við HS, at tað kom ikki upp á tal at senda dómaran til hús, sigur Símun á Høvdanum, ið sum vera man annars harmast um ógvusliga stigið hjá HS.
- Tað er sera óheppið, at eitt heilt felag soleiðis tekur seg úr eini kapping, men tað er so teirra avgerð, er einasta staðfestingin, sum Símun á Høvdanum vil koma við.
Símun leggur afturat, at tað sum so ikki er høvuðsdómarin, sum kolldømir svimjararnar. Øll feløgini høvdu tvey hjálparfólk í part, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum ansa eftir svimjarunum. Høvuðsdómarin hevur til uppgávu at meta um, hvørt hjálparfólkini meta rætt í teirra avgerð
Tað kann í hesum sambandi leggjast afturat, at Svimjisambandið hevur aðalfund nú komandi leygardag, og at avgerðin hjá HS í Klaksvík uttan iva fer at verða umrødd á hesum.
FS vann mest
Sum nevnt, so gekk kappingin í Klaksvík hóast alt væl, um sæð verður burtur frá keðiligu hendini leygarmorgunin.
Til samans varð tlan um 38 kappingar, og gjørdist tað Fuglafjarðar Svimjifelag, sum vann tær flestu av hesum. Nevnliga 14. Av teimum 14 gullmerkjunum hjá FS tók Karina Petersen sær einsamøll av teimum seks, og tað sama gjørdi Shaila millum Garðarnar fyri Tvøroyrar Svimjifelag.
Fyri heimaliðið, Ægir, var sjálvandi hugaligt at staðfesta, at enn hava tey ikki heilt mist takinum, og ikki minst mundu tey trý gullmerkini hjá Kristiani Olsen kennast sum ein stóru fløvi.
Eftir at svimjararnir høvdu kappast fríggjakvøldið og allan leygardagin á tamb, vórðu heiðursmerkini tald saman, og endaliga býtið av hesum varð, sum víst í yvirlitinum niðanfyri.
GullSilvurBronsu
FS1465
TS12116
Ægir479
Flot434
HS342
Skeggjar035