Flott og minni flott

Føroyar høvdu møguleikan at skapa eina veruliga sensatión, tá teir høvdu sera góður støður móti Kekkia, men sunnudagin var talan hinvegin um niðurtúr, tá tað bert gjørdist til javnleikur móti Zimbabwe

Talv

Føroyska talvlandsliðið fór leygardagin undir 35. talvolympiaduna, sum hesaferð verður hildin í Bled í Slovenia. Hetta er annars sama stað, sum føroyska fótbóltslandsliðið helt til, tá teir fyri einum ári síðani royndu seg móti Slovenia.

Mistu stigið
Fyrsti dysturin var móti Kekkia, sum er nummar 17 á atljóða styrkislistanum. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til Kekkia, men hóast hetta er eitt heiðurligt úrslit, so mundu føroysku telvararnir iðra seg um, at teir ikki megnaðu at fáa í minsta lagi ein javnleik.
Heini Olsen átti sera góða støðu í sínum talvi, men hann sá ikki avgerandi leikin í røttu løtuni, og so fekk kekkiski stórmeistarin, Haba, bjargað sær javnleikin. Eisini í hinum talvunum áttu føroyingar góðar støður, men felags fyri allar var, at teir ikki megnaðu at halda høvdið kalt, tá mest stóð á, og so vórðu teir revsaðir eirindaleyst av sterku mótstøðuni.

Sunnudagin var so dytur móti Zimbabwe á skránni, og her vóru føroysku vónirnar munandi betri.
Tá alt kom til alt gjørdist talan tó bert um ein javnleik, og hetta var so avgjørt ikki tað, sum føroyingarnir ætlaðu. Ikki minst mundi tað koma illa við, at tað vóru teir royndu telvararnir, sum kiksaðu, meðan teir báðir, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen gjørdu bart við at vinna síni talv, og harvið tryggja okkum javnleikin.
Eftir evstamark okkara mánadagin skuldi føroyska liðið aftur í eldin. Lutakastið vildi tað so, at Føroyar tá skulu hitta Zambia, sum er nummar 88 á styrkislistanum. Støðan á hesum sigur tó ikki alt. Zambia leikti sunnudagin javnleik móti Brasil, sum er nummar 22 á listanum, og tí er einki at ivast í, at tað er eitt sterkt lið, sum Føroyar hittu. Føroysku vónirnar mundu neyvan gerast betri av, at Heini Olsen helst ikki var við í hesum dysti. Sunnudagin boðaði hann í øllum førum landsliðsvenjaranum frá, at hann helst vildi sleppa undan hesum talvi eftir kjaftfiskin, sum hann fekk sunnudagin.

Úrslit:
Føroyar-Kekkia 1-3
1John Arni Nielsen- GM Hrasek0-1
2IM John Rødgaard-GM Babula1/2-1/2
3Heini Olsen-GM Haba1/2-1/2
4Eyðun Nolsøe-GM Vokac0-1

Føroyar-Zimbabwe
1IM John Rødgaard-Robert Gwase0-1
2Heini Olsen-Chipanga Takaedza0-1
3Hans Kristian Simonsen-Luberto Michael1-0
4Martin Poulsen-Chakanyuka Charles1-0