við. Tey seks fólkini, sum vóru í gummibátinum vóru flutt umborð á Brimil, og eftir umstøðunum høvdu tey tað gott, sigur MRCC. Tey, sum vóru við bátinum sigia, at tá ið hann fór at leka, hoyrdu tey ein [...] Kallsoyarlandinum norðaliga í Djúpunum. Sjey fólk vóru umborð á bátinum og tey royndu at oysa við spannum og øðrum, sum var til taks. Somuleiðis hevði báturin tvær elektriskar pumpur, og hondpumpu, men [...] sjálvur til annan bát, sum var staddur beint við. Løgreglan gav MRCC boðini og Brimil, sum var 4,5 fjórðingar burtur, varð sendur á staðið og tað var ikki ein hálvur tími, so var Brimil komin til bátin.
framhaldsdeildini í fólkaskúlanum hava kært seg um, at tey hava havt trupulleikar av at skilja øll orðini, sum brúkt vórðu í uppgávunum, sum næmingarnir fingu til royndina í greiðslurokning, sum var hildin í skúlunum [...] r av hesum. Fólk gjørdust ótrygg, og onkur royndi at gita seg fram til hvat hetta kundi merkja. Tað kann so í ringasta føri elva til, at næmingurin ikki hevur loyst uppgávuna rætt við teirri avleiðing [...] Betri hevði verið, heldur onkur lærari, at brúkt tey altjóða orðini, sum vanlig hava verið fyrr, heldur enn slík serføroysk orð, sum fólk ikki kenna, tí tey ikki dagliga verða nýtt. Ein lærari, Sosialurin
alt árið stríddust liðini í hvør sínum enda av stigatalvuni, hvør í sínum lag rukku tey eisini teimum málum, sum vórðu sett. VB við at gerast føroyameistarar, meðan vágamenn høvdu ein heldur varligari setning [...] kanska væntandi, at tað skuldi verða heimaliðið, sum vann tey trý stigini, og sigast kann ikki annað enn, at meistararnir eisini livdu upp til hetta álitið. Bert sjey minuttir tók tað teimum at avgera [...] gingu bert tveir minuttir, áðrenn vágbingar fingu fyrsta gylta møguleikan at gera mál, tá beinini vórðu tikin undan Krzyztof Popczynski inni í brotsteiginum. Brotssparkinum tók venjarin sær av sjálvur, og
Bergen í 2007. Sambært borgarstjóranum verður Bergen til reiðar at hýsa messuni, tá ein nýggj høll, sum skal byggjast til endamálið, er liðug. Tey bæði stóru norsku oljufeløgini, Statoil og Norsk Hydro [...] ikki vita av. Av teimum fýra lógunum, sum vóru í pakkanum, vórðu tríggjar vrakaðar, og tað er heldur ikki vist, at tann seinasta verður samtykt. Tey alment løntu í Kalifornia hava mótmælt ætlanini hjá [...] lógaruppskotunum, at guvernørurin skuldi hava rætt til at skerja lønarútreiðslurnar, um inntøkurnar hjá statinum vóru minni enn væntað. Tað vildu tey alment løntu ikki hoyra talan um. Tann eina ferð so
eisini svart, umframt løn til fólk, sum høvdu hjálpt til í veitslum. Nokk so fitt av øllum hesum peninginum var goldið svart. Tað var ein orsøk til, at peningurin varð tikin út av kontuni hjá Róðrarfelagnum [...] at hugsa sær til, at nakað av týdningi er brúkt til ábøtur á Róðrarneystið. Ákærdi førdi annars fram, at tað samtykt í nevndini, at hann skuldi hava minst 1000 krónur fyri hvørja veitslu til reingerð og [...] vil tí bara alt gott. Soleiðis tók ein maður til í Føroya Rætti í gjáramorgun, tá ið hann royndi at verja seg fyri teimum álvarsligu skuldsetingunum, sum vórðu settar fram ímóti honum. Hann er ákærdur fyri
felagnum, var tað við einum fyri eyga: at venda afturgongd til framgongd. Tikin vórðu nøkur drastisk stig, tey mest týðandi at niðurleggja ruturnar til Noregi og Hetland. Seinna niðurleggingin – tann av He [...] stóran mun niðurleggingarnar av hesum báðum rutunum, sum hevur verið við til at vent gongdini hjá felagnum. - Tað ber ikki til at siga, at tað er ein einstøk avgerð, ið hevur gjørt munin. Skal tað sigast [...] vent gongdini og skapt avlopið. - Tað eru ikki tey einstøku tiltøkini hvør sær, sum hava vent gongdini. Tað eru øll tiltøkini samanlagt, ið hava vent halli til avlop, sigur Peter Holm. Eitt av tiltøkunum
Hann hevur uppgivið at flyta til størri lond og royna seg sum dómara, men hann hevur ein dreym um at fáa stórar og spennandi altjóða uppgávur. Til ta tíð er hann klárur til enn eitt spennandi kappingarár [...] sær alt. Tá er umráðandi, at fanga reaktiónina hjá spælaranum. – Tað er ein løta upp á eini tvey sekund, har reaktiónin hjá spælaranum er erlig. Tað er hana, tú mást fanga, sigur Petur Reinert, sum hevur [...] HB er í álopi. Brádliga liggur bólturin í KÍ málinum. Hanus Thorleifsson hevur brúkt hondina til hjálpar til at leggja HB á odda 2-0. Einastu menninir, ið ikki síggja tað, er dómararnir. – Eg visti at okkurt
hesum. Eitt nú hevur hann ført fram, at tey “býttastu” 10% av fjøldini áttu at verið tikin sum fostur, og at øll konufólk áttu at verið genviðgjørd, so tær vórðu vakrar. - Eg skilji ikki, tá fólk siga, [...] ikki hevur hann stórvegis gott at bera feitum fólkum. - Tú kennir teg illa, tá tú hevur feit fólk til setanarsamrøðu, tí tú veitst, at tú ongan tíð fer at geva teimum starvið, er hann millum annað endurgivin
nokk fyri kringvarpsgjaldið og tí eiga stig at verða tikin. Hvørji tey skulu vera, veit hann ikki, men honum dámar væl tankan um at útveita sendingar til privat at gera. Annars eru tað fleiri tinglimir, sum [...] vanlig fatan í Løgtinginum, at kringvarpið hevur fingið ov stórt vald til at gera av, hvørji tíðindi verða borin fram, og hvussu tey verða borin fram, og tað fær ongin gjørt nakað við. Løgtingslimir úr [...] um, at leggja eftir teimum, heldur enn at tey, sum halda seg vera órættvíst viðfarin, brúka teir kærumyndugleikar, sum eru. Hann heldur, at tað ber altíð til at finnast at, hvussu Kringvarpið ber eina
stjóri í Bakkafrost. Tað er nú ein tíð, síðan seinastu toskarnir, sum gingu í kørunum í Hvalba, vórðu tiknir til sláturs, og í fjør summar tók Bakkafrost seinastu toskarnar úr ringunum á Árnafirði. Í Hvalba [...] fall við lendisviðurskiftunum til ætlaðu útbyggingina og møguleikunum fyri fígging. Talan hevur eisini verið um, at Richard Rognsøy hevði ætlanir um at flyta toskaalingina til Noregs, um neyðugu karmarnir [...] toskaaling í løtuni, og tí umhugsa vit at søkja um loyvi til laksaaling, sigur hann. - So leingi, sum prísútlitini á aldum toski ikki eru betri, enn tey eru nú, kunnu vit siga, at toskaaling í Hvalba er løgd