Toskaaling
Norðmenn munnu vera teir her um okkara leiðir, sum hava gjørt flestar royndir við aling av toski, men í dag eru bert fáa feløg í Noregi, sum hava vinnuliga toskaaling.
Tá hugt hevur verið í norsk bløð eftir úrslitum hjá toskaalarum, hava stór reyð tøl verið á botnlinjuni hjá teimum flestu. Men tað var eisini tann tíð, tá vónirnar hjá norðmonnum um toskaaling vóru bjartar.
Fyri hálvum triðja ári síðan fingu norskir alarar ”knallgóðan” prís fyri aldan tosk. Onkur fyritøka, vit leitaðu fram og nevndu, hevði tikið 200 tons av toski í eitt ár, sum vórðu seld fyri ein miðalprís uppá einar 50 krónur fyri kilo.
Lagt á hillina
Í Føroyum hava eisini tvær royndir verið gjørdar við aling av toski, ein í kørum í Hvalba og ein í ringum á Árnafirði. Faroe Cod Farming átti virksemið í Hvalba, og Bakkafrost átti virksemið á Árnafirði.
Sosialurin hevur tosað við Richard Rognsøy, sum var stjóri í felagnum í Hvalba og við Regin Jacobsen, sum er stjóri í Bakkafrost.
Tað er nú ein tíð, síðan seinastu toskarnir, sum gingu í kørunum í Hvalba, vórðu tiknir til sláturs, og í fjør summar tók Bakkafrost seinastu toskarnar úr ringunum á Árnafirði.
Í Hvalba hevur talan verið um at útbyggja toskaalingina við nøkrum nógv størri kørum enn teimum verandi, og áður hevur eisini ljóðað, at ætlanin í Hvalba stóð og fall við lendisviðurskiftunum til ætlaðu útbyggingina og møguleikunum fyri fígging.
Talan hevur eisini verið um, at Richard Rognsøy hevði ætlanir um at flyta toskaalingina til Noregs, um neyðugu karmarnir ikki kundu fáast upp á pláss í Hvalba.
Men í dag er Richard ikki so bjartskygdur um toskaaling, tí prísirnir á aldum toski eru falnir so ógvuliga nógv.
Hann vísir á, at tá ætlanin í Hvalba varð sett á kjøl, kundi aldur toskur seljast fyri einar 35-40 krónur fyri kilo, men í dag fæst ikki meiri enn tað hálva fyri hendan fiskin.
Flestu fiskaprísir hava verið fyri stórum falli, síðan búskaparkreppa fór at herja um lond, og hetta hava so toskaalarar so sanniliga eisini merkt sviðan av.
Richard Rognsøy sigur, at soleiðis, sum marknaðarstøðan er vorðin, verður eingin toskaaling aftur í Hvalba fyribils. Hinvegin hava hvalbingar ikki púrasta slept ætlanunum um aling.
- Vit umhugsa um at søkja um loyvi til laksaaling her suðuri, men enn eru vit ikki komin stórt longri enn tað, sigur hann.
Hann vísir á, at gongdin í laksaalingini er nógv áhugaverdari enn toskaaling í løtuni, og tí umhugsa vit at søkja um loyvi til laksaaling, sigur hann.
- So leingi, sum prísútlitini á aldum toski ikki eru betri, enn tey eru nú, kunnu vit siga, at toskaaling í Hvalba er løgd á hillina fyribils.
Richard Rognsøy sigur seg á standandi fót ikki kunna siga, hvussu nógv toskaalibrúk eru virkin í Noregi í løtuni, men hann heldur, at nú eru bert fá eftir.
Eina royndarætlan
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at tey vórðu liðug at taka toskin, sum gekk í ringum á Árnafirði, í fjør summar, og í løtuni eru ongar ætlanir um at seta toskayngul útaftur.
- Hetta var ein roynd, vit vildu gera, og vit mugu siga, at biologiskt eydnaðust royndin væl. Tað ber væl til at ala tosk, og fiskurin trívist og veksur skjótt og væl.
Regin vísir á, at Bakkafrost setti umleið 100.000 toskayngul út á Árnafirði, harav meginparturin var toskayngul undan toski av Føroyabanka.
- Biologiskt var úrslitið við royndini á Árnafirði fult so gott, sum úrslitini hjá okkara kappingarneytum aðrastaðni.
Stjórin í Bakkafrosti sigur, at skal lønsemi vera í toskaaling í Føroyum, er neyðugt, at prísirnir fyri kruvdan fisk við høvdi í minsta lagi liggur um einar 25-30 krónur fyri kilo.
- Eins og aðrir ráfiskaprísir, hevur toskur verið fyri so stórum prísfalli, men nú er kortini líkt til, at toskaprísurin er á veg uppeftir aftur.
Hann sigur, at prísurin, sum Bakkafrost fekk fyri toskin, sum tikin varð í fjør summar, var millum 12 og 15 krónur fyri kilo, kruvdur við høvdi.
- So, fyribils er toskaaling ikki við í okkara konsepti, men vit leggja okkara orku í laksaalingina, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.