- Havnar Róðrarfelag er mítt hjartabarn og eg vil tí bara alt gott.
Soleiðis tók ein maður til í Føroya Rætti í gjáramorgun, tá ið hann royndi at verja seg fyri teimum álvarsligu skuldsetingunum, sum vórðu settar fram ímóti honum.
Hann er ákærdur fyri at hava stolið 275.000 krónur frá Havnar Róðrarfelag.
Hann var nevndarlimur í felagnum í fleiri ár og var ógvuliga virkin í arbeiðnum í felagnum.
Eitt, hann fekk ábyrgdina av í nevndini var at leiga hølini hjá felagnum út til veitslur og tiltøk og hann arbeiddi eisini nógv fyri at útvega felagnum fíggjarligar stuðlar.
Í hesum sambandi stovnaði hann kontu í Eik, har leiga fyri hølini varð goldin inn á, umframt stuðul til felagið frá ymsum fyritøkum í ávísum førum.
Men nú er hann ákærdur fyri at hava drenað hesa kontuna niður í sín egna lumma og sambært ákæruni hevur svikið verið so umfatandi, at tilsamans hevur Havnar Róðrarfelag mist 275.000 krónur.
Ov lítið skil á
Maðurin segði, at hann var noyddur at stovna kontuna, tí Róðrarfelagið hevði so nógvar kontur og eftir hansara tykki var ikki nóg gott skil á, hvussu tær vóru brúktar.
Sambært honum var arbeiðslagið í nevndini eisini blivið sera vánaligt.
Hann segði, at arbeiðslagið í nevndini var so vánaligt, at tað var rætt og slætt kríggj ímillum nevndarlimirnar
Tí vildi hann hava sína egnu kontu, sum hann kundi hava skil á sjálvur.
Kontan hevði bústað í eini postsmogu, hann átti privat og hann mintist ikki, at hann hevði fortalt hinum nevndarlimunum, at kontan varð stovnað.
Men tað var ongin ivi um, at tey høvdu tosað um tað í nevndini frammanundan.
Ongin kvittan og ongi skjøl
Maðurin tvíheldur um, at hann var góður við felagið og hevur ikki stungið eina krónu í sín egna lumma.
Í hesum sambandinum duldi dómarin ikki fyri, at hevði ákærdi kunnað víst á skjøl og kvittanir, sum kundi víst, hvat peningurin varð brúktur til, hevði tað avgjørt styrkt hansara støðu.
Men stóri trupulleikin hjá tí ákærda er nettupp tann, at hann kann ikki prógva við einum einasta skjali, hvat peningurin annars er brúktur til.
Allur peningurin er tikin út kontant og hann kann ikki vísa nakra kvittan ella nakað annað skjal, sum vísir, hvat hann hevur brúkt peningin til.
Sjálvur hevði maðurin ymsar forkláringar upp á, hvat peningurin varð brúktur og hann tvíheldur um, at hvørt oyra at farið til ymsar ábøtur og til onnur endamál í felagnum.
Eitt nú hevur hann goldið handverkarum av ymsum slagi fyri ymisk arbeiði, teir hava gjørt í felagnum og nokk so fitt av pengum er goldið svart.
Hann hevði somuleiðis goldið fyri herverk, sum varð framt í onkrum veitslu og okkurt av tí var eisini svart, umframt løn til fólk, sum høvdu hjálpt til í veitslum.
Nokk so fitt av øllum hesum peninginum var goldið svart.
Tað var ein orsøk til, at peningurin varð tikin út av kontuni hjá Róðrarfelagnum og goldin handverkarum og øðrum í hondina, heldur enn at vera fluttur beinleiðis av kontuni til tann, sum skuldi hava hann.
Men hann segði, at peningur varð eisini goldin inn á aðrar kontur hjá felagnum.
Øll skjøl horvin
Málið hevur verið fyri í rættinum áður og tá dugdi eitt vitni ikki at hugsa sær til, at nakað av týdningi er brúkt til ábøtur á Róðrarneystið.
Ákærdi førdi annars fram, at tað samtykt í nevndini, at hann skuldi hava minst 1000 krónur fyri hvørja veitslu til reingerð og tann peningurin var eisini farin av kontuni.
Men tað ber ikki til at fara í gerðabókina at fáa prógv fyri hesi samtyktini, tí hon er horvin.
Àkærdi maðurin segði í rættinum, at tað var hann rættiliga vónbrotin av, tí bókin lýsti alt hansara virksemi í nevndini øll árini, hann sat har.
Men annars hevði hann upprunaliga havt skjøl og kvittanir fyri alt, hann hevði goldið út, eisini fyri tað, sum varð goldið svart, men eisini tey pappírini vóru stolin úr eini skuffu á skrivstovuni í Róðrarneystinum.
Hann segði, at tað var enntá so groft, at eisini privat skjøl hjá honum vórðu horvin.
Í frágreiðing síni í rættinum var tann ákærdi maðurin púra vísur í, at talan var um persónsforfylging við tí endamáli at skúgva hann heilt úr Havnar Róðrarfelag.
- Øll sakin, sum hon er, er ein avleiðing av hesum persónskríggi, sum var ímillum nevndarlimirnar, legði hann afturat.
Hann heldur, at hetta er orsøkin til, at hann varð meldaður og hetta var eisini orsøkin til, at bæði gerðabókin og skjølini burturbeind fyri ordiliga at fáa skovlina undir hann.
Tað eydnaðist ikki at gera málið liðugt í hesu umfarinum, tí nú skulu fleiri upplýsingar fáast til vega og eisini skulu upplýsingar fáast til vega um virksemið á øðrum kontum hjá Havnar Róðrarfelag fyri at vita um tað kann kasta ljós á peningarenslið hjá felagnum.
Somuleiðis skuldu nøkur vitni, sum ákærdi hevur fingið at vitna til sín fyrimun, í rættin at geva sína frágreiðing av málinum.