Vilja hava eitt alment útvarp afturat

Politikarar úr fleiri flokkum halda, at tey í Kringvarpinum eru partísk og eru ikki óheft

Ein loysn er at vit fáa eitt eitt alment kringvarp afturat Kringvarpinum. Tað halda teir báðir tjóðveldismenninir, Ingolf S. Olsen og Pauli Trónd Petersen, og javnaðarmaðurin, Hilbert Elisson, vísir ikki tankan frá sær. 

 

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um at Sjónvarpið og Útvarpið skulu fáa hvør sína tíðindadeild. Og tað er týðiligt, at tað er ein vanlig fatan í Løgtinginum, at kringvarpið hevur fingið ov stórt vald til at gera av, hvørji tíðindi verða borin fram, og hvussu tey verða borin fram, og tað fær ongin gjørt nakað við.

 

Løgtingslimir úr fleiri politiskum flokkum halda somuleiðis, at Kringvarpið er ikki óheft og sakligt í sínum tíðindaflutningi. Tað eru  ikki bara tinglmir úr andstøðuni, sum halda tað, tí eisini Hilbert Elisson úr Javnaðarflokkinum, heldur at onkuntíð kann ivi sáast um, antin Kringvarpið er óheft, ella ikki.

 

Og hann heldur, sum heild, at sum Kringvarpið er nú, er tað smeltað saman og tað var ótolandi at hoyra tað sama um aftur í Sjónvarpinum, sum hann hevði hoyrt í Útvarpinum stutt framman undan.

 

Ingolf S. Olsen tingmaður fyri Tjóðveldur, heldur at tað er óvanliga groft av løgtingslimum, sum eru arbeiðsgevarar hjá Kringvarpinum, at leggja eftir teimum, heldur enn at tey, sum halda seg vera órættvíst viðfarin, brúka teir kærumyndugleikar, sum eru.

 

Hann heldur, at tað ber altíð til at finnast at, hvussu Kringvarpið ber eina søgu fram. Men annars ásannar hann, at í dag er Kringvarpið ikki tað, sum vónin var, tá ið Útvarpið og Sjónvarpið vórðu lagdar saman.

 

Hann heldur, at stóri trupulleikin er, at vit hava bara eitt Kringvarp og tí heldur hann, at okkurt má broytast, antin má Kringvarpið skiljast sundur, ella mugu vit fáa fleiri almenn Kringvarp.

 

Hann hevur ringar vónir um at fáa Kringvarpið at bakka. Tí heldur hann í fyrstu syftu, at frægasta loysnin er at vit fáa eina nýggja útvarpsrás, og so skal tað fáa ein part av kringvarpsgjaldinum.

 

Hann heldur nevniliga, at kapping er besa amboðið at tryggja fjølbroyttan og óheftan tíðindaflutning.

 

Og floksfelagi hansara, Pauli Trónd Petersen, heldur, ein máti at bróta einaveldið hjá Kringvarpinum er at fáa ein alment útvarp afturat Kringvarpinum, men sum skal vera púra óheft av Kringvarpinum.

 

Hilbert Elisson heldur, at vit fáa ikki nokk fyri kringvarpsgjaldið og tí eiga stig at verða tikin. Hvørji tey skulu vera, veit hann ikki, men honum dámar væl tankan um at útveita sendingar til privat at gera.

 

Annars eru tað fleiri tinglimir, sum tala fyri at einskilja Kringvarpið, antin heilt, ella partvís við at brúka ein part av kringvarpsgjaldinum til at bjóða privatum at gera sendingar.