Eins væl og Watson er virdur fyri sína umfatandi og slóðbrótandi gransking. Eins nógv hevur hann í løtum verið í fokus fyri sjónarmið, sum ikki heilt sampakka við tað, sum vanliga verður mett sum borðbært.
Tað eru longu nógv ár síðani, at hann alment seg seg vera ateist – ikki trúgvandi – og bæði innan átrúnað, politikk og náttúruvísindi hava sjónarmið hansara argað fjøldina meira enn tí einu ferðina.
Eitt nú hevur hann tíðum ført fram, hvussu sjálvsagt tað eigur at vera, um vit hava loyvi at selja og eta gen-viðgjørdar matvørur. Watson er vitandi um vansarnar, sum hetta kann hava við sær, men hann heldur fast um, at fyrimunirnir eru nógvar ferðir størri. Bart út sagt heldur hann, at argumentini ímóti gen-viðgerð av matvørum eru óvísindalig og skilaleys.
Fleiri ferðir hevur hann eisini alment stuðla genetiskari screening av fostrum og genetiskari viðgerð av hesum. Eitt nú hevur hann ført fram, at tey “býttastu” 10% av fjøldini áttu at verið tikin sum fostur, og at øll konufólk áttu at verið genviðgjørd, so tær vórðu vakrar.
- Eg skilji ikki, tá fólk siga, at tað vildi verið ræðuligt at gjørt allar gentur vakrar. Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið fantastiskt, hevur hann sagt um hetta.
Og heldur ikki hevur hann stórvegis gott at bera feitum fólkum.
- Tú kennir teg illa, tá tú hevur feit fólk til setanarsamrøðu, tí tú veitst, at tú ongan tíð fer at geva teimum starvið, er hann millum annað endurgivin fyri at siga.
Eisini er hann ákærdur fyri at royna at rættvísgera antisemitismu, at vilja avmarka talið av fólkum í ávísum átrúnaðarligum og etniskum bólkum, fyri at siga at litt fólk genetiskt eru latari enn onnur og fyri at siga, at tað er í lagi at drepa brekaðar nýføðingar.
Í samrøðu við BBC hevur Watson ført fram, at vit sum menniskju mugu átaka okkum ábyrgdina fyri framtíðina við at útvelja og verja bestu genini hjá okkum. Hetta sigur hann vera eina avleidda sjálvfylgju, tá náttúrliga útveljingin ikki longur er serliga sterk hjá menniskjuni.