kom inn á vøllin eftir 70 minuttir, og hann tók sanniliga av, tí hann skuldi bara brúka tveir minuttir, so javnaði hann til 1-1! Eftir 78 minuttir fekk Leivur Fossdal Guttesen hjá HB beinleiðis reytt kort [...] fyri hann kom Rógvi Skála, og eftir hesa útskiftingina vóru einans blaðungir debutantar eftir hjá Dimitrije at seta inn á vøllin. Ein av hesum ungu monnunum var 18 ára gamli Jóan Pauli Tórsson. Hann kom [...] gamli Jóan Pauli Tórsson, sum kom á vøllin á fyri fyrstu ferð, javnaði bara fáa minuttir, eftir at hann kom á vøllin í seinna hálvleiki, áðrenn Rógvi Skála, sum eisini var innskiftur, avgjørdi dystin við
Men, nú hevur presturin í Nanortalik, Hans Frederiksen, sent út tíðindaskriv, har hann sigur, at prestagjaldið hevði ikki samábyrgd av keðiligu hendingini. Hans Frederiksen sigur tað vera rætt, at ábyrgdin [...] býtt sundur í trý øki. Men, ábyrgdin hjá kirkjuni er ein heilt onnur enn at forsegla kistuna, sum hann tekur til. - Uppgávan hjá prestagjaldinum er í fyrsta lagi at veita troyst til tey eftirsitandi og [...] orð og kærleika, umframt tað praktiska, har deyðsfallið skal fráboðast til røttu myndugleikarnar. Hans Frederiksen vísir á, at tað er heilsuverkið umframt tekniska deild hjá kommununi sum tekur sær av
bøta um bústaðartrupulleikan. Hann vísir á, at Landsstýrið er longu í ferð við at gera reglur, sum avmarka møguleikan hjá útlendinum at keypa hús og jørð í Føroyum. Hann heldur, at nú landsstýrið er í [...] verður tikið um eina leið. Og hann heitir á Landsstýrið um at skunda sær. Vit hava brúk fyri at fáa meiri lív í bústaðarmarknaðin og vit halda, at hetta er ein gongd leið, segði hann. Spurningurin um tænastugjøld [...] og endamálið við hesum er at eggja eigarunum til at bera so í bandi, at fólk skal búgva í teimum. Hann sigur, at fáa kommunurnar heimild at leggja eitt tænastugjald á hús, sum standa tóm, eigur tað at
fólki sjálvum at hava eftirlit við hvørjum øðrum og um vit halda tilmælini. Hann ásannar, at higartil hevur tað gingið væl. Men hann er eisini stórliga bangin fyri, at fyrr ella seinni fer tað at ganga galið [...] galið – Tað er so skjótt, at vit kunnu koma í ta støðu, at smittan aftur fer at breiða seg, sigur hann. Hann nevnir dømið nú um vikuskiftið, har eitt ferðalag kom úr Danmark til Føroya fríggjadagin, og tey [...] hending, sum vísir, hvussu óheppið tað er, at vit ikki hava lóggávu á økinum, men bara tilmæli, sigur hann. – Tað er púra burturvið, at løgreglan skal fara eftir fólki, sum ikki virða tilmælið, men uttan at
ikki góðtikið Hann segði eisini, at tað hevði hampiligan skund at finna eina loysn, tí goymsluplássið er rættiliga avmarkað. Og nú sigur hann, at enn er eingin loysn funnin. Tó sigur hann, at tey hava fingið [...] tess minni verður hallið hjá IRF av hesum virkseminum, leggur hann afturat. So, hvat hetta endar við, dugur hann ikki at siga, men hann sigur, at tað slepst ikki undan at finna eina loysn, hvør hon so
Fólkatingið, fór Ingolf S. Olsen úr Løgtinginum. Men hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann á Facebook verjir Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi: – Hann (Høgni Hoydal, red) er fremstur millum líkamenn [...] reformeraði kristindómin, skrivar Ingolf S. Olsen. Hann sigur víðari, at tað tó ikki merkir, at Høgni altíð ger alt rætt í prosessini. Tað megnar eingin, heldur hann. – Listarliga avrikið hevur ikki altíð verið [...] eri sannførdur um, at vit øll um fá ár fara at sanna orðini hjá heimsspekinginum Schopenhauer, tá hann segði nakað soleiðis: Allir sannleikar skulu ígjøgnum trý stig á leiðini. Fyrst verður flent at teimum
standurin, sum bygningarnir vóru í. Hann segði, at lagt hevur ikki verið upp til at umvæla og tillaga bygningarnar, áðrenn Tjóðsavnið og LISA flyta inn. Tí hevur hann valt at steðga við øllum, inntil ein [...] um bygningarnar í Hoydølum. Ein teirra er Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og hann setti í morgun fyrispurning um hetta til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum. Jenis av Rana [...] Jenis av Rana í løgtininum í morgun. - Eg má hava trygd og heilsu hjá teimum, sum flyta inn, í huga. Hann segði eisini, at enn er eingin heildarætlan fyri økið í Hoydølum gjørd, og í løtuni er bara játtan
dapurtskygdur um eina slíka ætlan. Hann vísir á, at tað standa stórar útbyggingar fyri framman og tí er íløgukarmurin hjá landskassanum undir trýsti. Sostatt heldur hann at tað verður ein ómøgulig uppgáva [...] heild dugir hann heldur ikki at síggja, at tað skal vera uppgávan hjá Landinum at fáast við at flyta fólk og farm ímillum oyggjar. – Tað er ein uppgáva tann privata vinnan hevði klárað, heldur hann. Tí heldur [...] til nýggj skip til Strandferðsluna, uttan so, at onkrar aðrar útbyggingar verða útsettar. Tí heldur hann, at samgongan eigur at umhugsa at umskipa Strandferðsluna, og at leggja hana í eitt alment partafelag
Johan Mortensen heldur fyri, at hann ikki ordiliga hevur fingið hetta inn í sín mentala "optik", hvussu hetta fór at kennast. Tí gjørdist hann ógvuliga fegin, tá hann í gjár fekk høvi at koyra ígjøgnum [...] kommunarnar kring tunnillin og fyri landið alt. Johan Mortensen sigur, at hann hevði tveir abbasynir við sær á ferðini, og hann heldur, at tað er gott, at ungir alvar sleppa at síggja, hvussu eitt týðandi [...] skrivað. - Tann eini helt fyri, tá vit vóru í rundkoyringini: "Abbi, droymi eg... ?", og rætt hevði hann. Eg haldi, at eingin av okkum dugir at droyma um, hvussu stóra ávirkan tunnillin fer at hava fyri
Carsten Nielsen loysir hann av sum politiskan leiðara. Morten Østergaard leggur frá sær sum politiskur leiðari hjá Teimum Radikalu, og Sofie Carsten Nielsen loysir hann av. Hesum boðaði hann frá fyrr í dag eftir [...] men at eg eisini eri noyddur at vera opin um, at tað var eg, sigur Morten Østergaard. Hann leggur dent á, at hann ikki gevst í politikki, men heldur fram í tingbólkinum. Lotte Rod skrivar á Twitter, at [...] Kofod ikki átti at blivið uttanríkisráðharri í fjør. Orsøkin til málið við Jeppe Kofod er frá 2008, tá hann sum tá 34 ára gamal hevði kynsligt samband við eina tá 15 ára gamla gentu á einum tiltaki hjá Danmarks