Í september í fjør varð jarðarferð í grønlendsku bygdini, Nanortalik, men tað, sum avvarðandi og myndugleikarnir tá ikki vistu, var, at eingin lá í kistuni. Ikki fyrr enn hálvan annan mánaða seinni gjørdist tað geitt, at kistan var tóm. Tískil varð kistan grivin upp aftur í november.
Umsitingarleiðarin í Kujalleq kommunu, sum Nanortalik hoyrir undir, greiddi seinni frá, at talan er um tríggjar myndugleikar, sum hava ábyrgdina av hendingni - kommunan, heilsuverkið og kirkjuskrivstovan.
Men, nú hevur presturin í Nanortalik, Hans Frederiksen, sent út tíðindaskriv, har hann sigur, at prestagjaldið hevði ikki samábyrgd av keðiligu hendingini.
Hans Frederiksen sigur tað vera rætt, at ábyrgdin av jarðarferðum í Grønlandi er býtt sundur í trý øki. Men, ábyrgdin hjá kirkjuni er ein heilt onnur enn at forsegla kistuna, sum hann tekur til.
- Uppgávan hjá prestagjaldinum er í fyrsta lagi at veita troyst til tey eftirsitandi og boða guds orð og kærleika, umframt tað praktiska, har deyðsfallið skal fráboðast til røttu myndugleikarnar.
Hans Frederiksen vísir á, at tað er heilsuverkið umframt tekniska deild hjá kommununi sum tekur sær av teimum meira praktisku tingunum, eitt nú at leggja líkið í kistuna og at koyra líkið.
Umsitingarleiðarin í Kujalleq kommunu hevur sagt, at alt má gerast fyri, at slíkt ikki skal henda aftur. Nú er ætlanin at gera tað soleiðis, at jarðarferðarmyndugleikin, sum er sóknarpresturin, verður við, tá kistan verður forseglað.
- Vit eru sjálvsagt til reiðar at gera tað, sum gerast kann, soleiðis at hetta ikki hendir aftur, sigur presturin, Hans Frederiksen, sum heldur tað vera eitt gott hugskot, at jarðarferðarmyndugleikin er við, tá lokið verður lagt á kistuna.
Grønlendska kringvarpið - KNR - hevur umrøtt hetta mál, og tað hava aðrir grønlendskir miðlar eisini gjørt. Lesarar spyrja, hvar hin deyði var í hálvan annan mánaða, meðan kistan lá tóm í moldini, men her hevur verið sagt, at líkið lá í einum kuldarúmi.
Fyri nøkrum árum síðan hendi tað í Føroyum, at skeivt lík fór av kapellinum. Lokið lá á kistuni, tá fólk komu til minningarløtuna. Stutt eftir fór eitt annað lík úr kapellinum, og tá sóu tey, at hetta var persónurin, sum skuldi verið farin fyrst.