Sofie Carsten Nielsen loysir hann av sum politiskan leiðara.
Morten Østergaard leggur frá sær sum politiskur leiðari hjá Teimum Radikalu, og Sofie Carsten Nielsen loysir hann av.
Hesum boðaði hann frá fyrr í dag eftir ein seks og ein hálvan tíma langan fund í tingbólkinum. Fundurin byrjaði fyrrapartin og vardi til út á kvøldið.
Orsøkin er, at Morten Østergaard fyri fleiri árum síðani framdi kynsligan ágang ímóti floksfelaganum Lotte Rod við at leggja hondina á lær hennara.
– Eg havi svikið í málinum um Lotte Rod. Eg havi sum so ikki svikið Lotte. Tí tað var mína hond, hon flutti av lærinum fyri næstan 10 árum síðani.
– Eg havi svikið álitið hjá tingbólkinum.
– Eg havi svikið flokk mín og harvið eisini almenningin, tí eg ikki hevði dirvi til at viðganga, at tað ikki var nóg mikið, at eg bað Lotte um umbering, men at eg eisini eri noyddur at vera opin um, at tað var eg, sigur Morten Østergaard.
Hann leggur dent á, at hann ikki gevst í politikki, men heldur fram í tingbólkinum.
Lotte Rod skrivar á Twitter, at hon hevur fyrigivið honum.
Morten Østergaard, sum í 2014 loysti av Margrethe Vestager sum politiskur leiðari, gevst nú, og Sofie Carsten Nielsen, sum higartil hevur verið næstforkvinna, tekur við sum politiskur leiðari.
Hon er vald av fólkatingsbólkinum við atkvøðunum 12-4 eftir stríðstval ímóti fyrrverandi uttanríkisráðharranum, Martin Lidegaard.
Tey Radikalu skuldu byrja fundin á Christiansborg klokkan 11:30.
Fundurin var tó fluttur til Den Sorte Diamant, har fundurin vardi í góðar seks tímar.
Tey Radikalu kjakaðust um, hvussu flokkurin skuldi handfara eitt mál sum sexismu innanhýsis í flokkinum.
Lotte Rud, fólkatingskvinna, greiddi í september frá, at hon hevði verið fyri kynsligum ágangi bæði í síni tíð í Radial Ungdom og sum fólkatingskvinna. Hon varð vald í Fólkatingið í 2011.
Tey Radikalu hava seinastu tíðina harðliga gjørt vart við sexismu. Millum annað, tá floksins javnstøðuframsøgufólk, Samira Nawa, segði, at Jeppe Kofod ikki átti at blivið uttanríkisráðharri í fjør.
Orsøkin til málið við Jeppe Kofod er frá 2008, tá hann sum tá 34 ára gamal hevði kynsligt samband við eina tá 15 ára gamla gentu á einum tiltaki hjá Danmarks Socialdemokratiske Ungdom (DSU).
/ritzau/
##med2##