Soleiðis vilja tey minka um bústaðarneyðina

Í Sunda Kommunu vilja tey sleppa at taka óvanlig stig fyri at forða fyri, at hús standa tóm

Í Sunda kommunu vilja tey nú hava, at ein skipan verður sett í verk fyri at forða fyri, at hús standa tóm í kommununi. Í hesum sambandi hevur kommunustýrið einmælt samtykt at venda sær til Kommunufelagið, og at fáa Kommunufelagið at venda sær til Landsstýrið. Tað, tey vilja hava Landsstýrið at gera, er at broyta lógina, soleiðis at kommunur fáa heimild at krevja bústaðarskyldu í húsum í kommununi. Samstundis vilja tey eisini hava heimild til at leggja tænastugjøld á hús, sum standa tóm.

Tey stúra fyri, at sum gongdin er nú, kann avleiðingin verða, at heilar bygdir enda sum summarhúsøki.

Rógvi Nybo, kommunustýrislimur, og limur í Fíggjarnevndini í Sunda kommunu, førdi fram á komunustýrisfundinum, at í summum bygdum í Sunda Kommunu standa rættiliga nógv hús tóm og endamálið við hesum er at eggja eigarunum til at bera so í bandi, at fólk skal búgva í teimum.

Hann sigur, at fáa kommunurnar heimild at leggja eitt tænastugjald á hús, sum standa tóm, eigur tað at vera so mikið høgt, at tað fær eigaran at taka støðu til, um húsið skal seljast, ella um tað skal leigast út. Tænastugjaldið skal sostatt verða so mikið høgt, at tað skal ikki loysa seg at lata húsini standa tóm.

Sum støðan er nú er tað kostnaðarleyst at lata hús standa tóm og tað er ein orsøk til, at einki hendur á økinum, heldur hann. Sum støðan er nú, hevur kommunan útreiðslur av hesum húsum, tí kommunan rindar bæði fyri vatnveiting, kloakkveiting og ruskinnsavningini.

Rógvi Nybo heldur, at hetta er eitt stig sum kann bøta um bústaðartrupulleikan. Hann vísir á, at Landsstýrið er longu í ferð við at gera reglur, sum avmarka møguleikan hjá útlendinum at keypa hús og jørð í Føroyum.

Hann heldur, at nú landsstýrið er í ferð við at viðgera eitt slíkt mál, eigur hesin parturin við tænastugjøldum og bústaðarskyldu, at verða tikin við, so at alt verður tikið um eina leið.

Og hann heitir á Landsstýrið um at skunda sær. Vit hava brúk fyri at fáa meiri lív í bústaðarmarknaðin og vit halda, at hetta er ein gongd leið, segði hann.

Spurningurin um tænastugjøld á tóm hús, er eitt mál, politikarar javnan hava tosað hesi seinastu 10 árini, minst - men enn er einki hent.