– Tey, sum hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni. Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum. Um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tað truplast. Og um møguleikan at búseta seg í Føroyum.
– Landsstýrið arbeiðir við at finna fíggingina, og uppskotið verður latið tinginum í heyst, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkufrágreiðingii.
Við sjónvarpið í kvøld segði løgmaður, at leigustuðulin fer at kosta upp ímóti 30 milliónir krónur, sum skulu fíggjast, tað vil siga at fíggjarlógin skal ikki vaksa tilsvarandi.
Hann segði, at stuðul verður veittur í mun til inntøkuna hjá fólki – tó við einum hámarki.
Hann vísti á, at tað ov nógv hjá ungum familjum at rinda 10 ella 11.000 krónur um mánaðin í leigu, tí mugu vit í Føroyum hava ein leigustuðul.
Hann segði eisini, at tey í landsstýrinum arbeiða við at tryggja, at tað ikki bara verður soleiðis, at húsaleigan hækkar tilsavarndi, so útleigarin fer við øllum leigustuðlinum.
Lógin skal koma í gildi á nýggjárinum, og mett verður, at tað fer at kosta upp ímóti 30 milliónir um árið.