Mælir nú til at kollvelta alla Strandferðsluna

Ein av sterku monnunum í samgonguni mælir nú til at øll Strandferðsluna verður broytt

Samgongan eigur at umhugsa at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag.

Tað heldur ein av sterku monnunum í samgonguni, Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin.

Í gjár umrøddi Løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at leggja eina miðvísa ætlan fyri at endurnýggja fotan hjá Strandferðsluni. Skipini hjá Strandferðsluni eru yvir 30 ára gomul í miðal, og tí lúka tey ikki nútíðarkrøv - umframt at tey verða alsamt dýrari í rakstri og viðlíkahaldi.

Tjóðveldi metir, at tað fer at kosta 300 - 350 milliónir tilsamans at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, men tá er Smyril ikki taldur upp í, tí Tjóðveldi heldur, at ístaðin fyri at hugsa um ein nýggjan Smyril, eiga vit at fara undir ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Tjóðveldi heldur, at verða 50 - 60 milliónir settar av til endamálið um árið, kann flotin hjá Strandferðsluni verða endurnýggjaður um eini 5-6 ár.

Men Christian Andreasen er dapurtskygdur um eina slíka ætlan. Hann vísir á, at tað standa stórar útbyggingar fyri framman og tí er íløgukarmurin hjá landskassanum undir trýsti.

Sostatt heldur hann at tað verður ein ómøgulig uppgáva at seta 50 - 60 milliónir av um árið til nýggj skip til Strandferðsluna, uttan so, at onkrar aðrar útbyggingar verða útsettar.

Tí heldur hann, at samgongan eigur at umhugsa at umskipa Strandferðsluna, og at leggja hana í eitt alment partafelag

Skipini hjá Strandferðsluni kunnu so verða almenna innskotið í partafelagið, og so kann landskassin rinda eina fasta upphædd um árið í partafelagið fyri at at røkja siglingina.

Partafelagið fær so inntøkurnar av ferðaseðlum og farmagjaldi, og felagið syrgir so fyri at endurnýggja flotan eftir tørvi.

– Og so er landskassin annars leysur av Strandferðsluni, sigur Christian Andreasen.

Men sum heild dugir hann heldur ikki at síggja, at tað skal vera uppgávan hjá Landinum at fáast við at flyta fólk og farm ímillum oyggjar.

– Tað er ein uppgáva tann privata vinnan hevði klárað, heldur hann.

Tí heldur hann, at í roynd og veru skuldi siglingin hjá Strandferðsluni at verðið útveitt til privat at rikið, og so kundi Landskassin rinda eina ávísa upphædd fyri at røkja ferðafólkaflutningin og farmaflutningin ímillum oyggjarnar, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.