sjálv ikki er so ”mobil”. Trúfestið hava vit eisini merkt hjá okkum í Tjørnustovu. Tá ið merkisdagar hava verið, hava serliga systrarnar á Geilabø gjørt vart við seg og hava møtt upp, tá ið møguleiki hevur [...] málingahandlinum hjá Poul í Geil, sum var beiggi Petur Alberg, ið er væl kendur av okkara lesarum. Giftist eisini við B 36 Aftaná at hava verið forlovað í nøkur ár giftast tey 31. januar 1950. Margreta giftist [...] Tann 16. august verður Margreta Hansen í Havn 85 ár. Um ein góðan mánaða, tann 20. september, verður maður hennara Arnold, vanliga kallaður Alli, eisini 85 ár. Tí verður hetta ein heilsan til tykkum bæði
at høvuðsorsøkin til, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl í ár, er litaviska ísletti á liðnum. Undan kappingini í ár komu fýra litavar til Vágs. Íløgurnar í málverjan Daivu Ylaite, bakspælararnir Daivu [...] hevur tað verið so stórur spenningur í Vági, síðan VB vann FM-heitið í 2000 í fótbólti, sum nú komandi sunnudagin, tá kvinnurnar hjá VB fáa vitjan av Stjørnuni í høllini í Vági. Sunnudagin verður møguleiki [...] kann vænta sær nógv av í framtíðini. Umstøðurnar til hondbólt eru nógv betri í Føroyum enn í heimlandinum Litava. Aivaras vísur á, at hallirnar í Føroyum eru væl betri riknar, enn í Litava. Einasta hjartasuffið
rarnir hava havt sera skiftandi úrslit, og árið 2006 er tað besta í fimm ár. Partrolararnir hava havt skiftandi úrslit, har árið 2005 var tað besta. 2003 royndist vánaligt, og 2004 enn verri. Í 2005 gekk [...] ársúrslit hava verið sera skiftandi. Hyggja vit at ársúrslitinum, sæst ein stór afturgongd í samanløgdum flota árini frá 2003 til 2004, har úrslitið er negativt. Í 2005 eru tølini aftur positiv, og í 2006 er [...] hjá flotanum í fleiri ár hevur verið so vánalig. - Men hetta skyldast í stóran mun serlig viðurskifti við eitt nú rentum av sølupeningi fyri skip og ikki staðfestum kursvinningi av lánum í útlendskum gjaldoyra
Vit kunnu ikki sjálvi velja í hvønn mun vit vilja lata burtur av okkara frælsi sum tjóð, tí vit hava ongantíð veruliga havt tað. Ikki tí, vit hava eisini gjøgnum nógv ár ment og tambað støðuna soleiðis [...] fá dømir. Olympisku leikirnir í Brisbane 2032. Føroyar hava 20 luttakarar, umframt hondbóltslandsliðið hjá monnum. Føroyar fáa tvey heiðursmerkir. Gull í rógving og silvur í svimjing. Hondbóltslandsliðið [...] tí fremsta serfrøðin ikki er í Føroyum. Tó verður størsti parturin gjørdur úr Føroyum. Tænasturnar, sum ikki verða veittar í Føroyum verða sendar í útboð millum heilsuverk í okkara grannalondum. Føroyar
ring støðan er. Í upplegginum til fíggjarlógina komandi ár sigur stýrið, at støðan er tann, at næmingar, sum hava tørv á serligum stuðli í fólkaskúlanum, fáa ofta ov avmarkað tilboð, sum í fleiri førum als [...] avmarkað. Vit kenna tørvin fyri í ár á serligum stuðli í skúlanum. Hann er 2500 tímar, verandi játtan røkkur til slakan helmingin, og tær 2,1 mió. krónurnar, sum koma afturat næsta ár, røkka til umleið 150-200 [...] serundirvísing varð sett í verk og skipanin æt serundirvísing, vórðu fleiri tímar latnir børnum enn tað verða í dag. Miðskeiðis í áttatiárunum vórðu 2300 tímar brúktir til serundirvísing. Í dag verða tímar latnir
móti sumri næsta ár. Hetta merkir, at farleiðin er liðug eitt lítið ár undan tíðarætlanini. Tað var tann 23. juni 2014, at táverandi landsstýrismaður á økinum, Jørgen Niclasen, setti spakan í fyri tunlinum [...] eikar. Millum annað við leysum tilfari, har neyðugt var at flyta tunnilsmunnan hvannasundsmegin umleið 30 metrar, og at leingja betongportalin viðareiðismegin. Í lýsingini av verkætlanini stendur soleiðis: [...] mió. krónur. Væntandi verða nógv fólk í sambandi við hátíðarhaldið og hartil nógv ferðsla ígjøgnum tunlarnar Norður um Fjall. Tey, sum ikki eru so von at koyra í gomlu, einbreytaðu tunlunum, kunnu hyggja
Inger varð fødd í Keypmannahavn, pápin var hovmeistari hjá D. F. D. S. og var kendur í Føroyum. Hann doyði, tá Inger var 6 ára gomul. Í Danmark hitti hon Hjørleif Enni av Tvøroyri. Tað rann saman teirra [...] teirra millum. Tey giftust í 1944. Heim til Føroya fluttu tey tá seinni heimsbardagin var av. Tá fór Hjørleif at starvast í handlinum hjá pápa sínum, Dánjal Jákup Enni, ið ættaður var úr Øravík. Inger og Hjørleif [...] ofta sigur. "Vit eru framvegis eins góð við hvørt annað sum fyrsta dag" Hvør ið býr á Tvøroyri, ella kemur higar, kennir ikki býarmyndina við konuni í rullustóli og so ein nakað eldri mann, nú nakað kropin
kreppuni í nítárunum vórðu fleiri túsund føroyingar kroystir í útlegd. Hetta fer eisini at merkja fólkavøksturin í framtíðini, tí nú eru nógv av teimum burtur, sum skuldu verið foreldur her í Føroyum [...] inntøkuskatturin minkar – og har serliga marginalskatturin, sum er methøgur í Føroyum. Í summar hava vit roynt eina skipan við tilfeingisgjaldi á makrelin. Hetta er uttan iva ein gongd [...] Gamalt var í valstríði, at valevnini »ikki vildu lova gull og grønar skógir«. Hetta var sagt fyri líkasum at gardera seg, so ikki ov nógv varð lovað. Seinastu valstríðini her á landi hava helst snúð
eisini at síggja, at Vukasin Nedeljkovic hjá ÍF var aftur á vøllinum, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða í okkurt um eitt ár. Í gjár spældi hann tó sum libero fyri at spara knæið, sum framvegis er bundið [...] servaði í netið, og síðani við blokki frá Jóhan Arna. Leingi gekk eisini javnt á í øðrum setti, til Mjølnir legði seg á odda 19-15, men Fleyr fekk tó samband aftur og minkaði um munin niður í bara eitt [...] soleiðis á Facebook: “Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at tað er strævið at tapa, og hart at byggja upp frá grundini. Men tað er stuttligt at spæla flogbólt, tí hava vit ongar ætlanir um at geva skarvin
var millum annað við í krígnum móti Týsklandi í 1864, sum tað hevur verið greitt frá í røðini Hendur ið Sleptu. Ein blaðstjóri, sum kom at hava stóran týdning fyri blaðið var Rasmus Effersøe. Hann stuðlaði [...] ræði og fór í samgongu við fólkaflokkinum, fremsta ”fíggindan” hjá sambandsflokkinum í nógv ár, ikki minst undir krígnum. Hesa tíðina var Dimmalætting í andstøðu til landsstýrið. Í Sosialinum [...] ismaður í sambandshami. Andrass tryggjaði sær Dimmalætting Í 1888 byrja tjóðskaparligar rembingar í Føroyum, og tá fara fólk at taka partí fyri og ímóti. Hetta kemur rættuliga til sjóndar í 1901, tá