ODDAGREIN: Eitt val um búskap

Tað skilst á øllum brøgdum, at løg­mað­ur fer at skriva út løg­tings­val í morg­in. Tí verða næstu fimm vik­ur­nar merktar av valstríði, har poli­t­ik­ar­ar og flokkar fara at royna at tekkj­­ast veljarunum.

Gamalt var í valstríði, at val­evnini »ikki vildu lova gull og grøn­­ar skóg­ir«. Hetta var sagt fyri lík­a­sum at gardera seg, so ikki ov nógv varð lovað.

Seinastu valstríðini her á landi hava helst snúð seg um annað enn grøn­ar skógir, og gullið man verða fjalt langt burt á heiði.

Tó so. Hesaferð fáa vit vónandi eitt val­stríð, sum fer at snúgva seg um bú­skap, um lívs­grund­ar­lag­ið her á landi, og so vilja vit eis­ini hava boð uppá, hvussu vit skapa fólka­vøkstur.

Stóra avbjóðingin verður at skap­a liv­i­um­støð­ur­nar so­­leið­is, at fólk vilja og tíma at búgva her. Stóra hótt­an­in fyri framm­an er, at fólk­a­ta­l­ið fer at minka. Tað verð­ur ein ó­lukka. Tí með­an tal­ið á fólki sum arbeiða al­samt mink­ar í mun til tal­ið á eldri fólki – og fólki, sum enn ikki eru kom­in á ar­beiðs­markn­að­in, so verð­ur tann neg­a­tiva av­leið­ing­in so nógv størri, um fólka­tal­ið sam­stund­is minkar.

Í kreppuni í nítárunum vórðu fleiri tús­und føroyingar kroystir í út­legd. Hetta fer eisini at merkja fólk­a­vøkst­ur­in í fram­tíð­ini, tí nú eru nógv av teim­um burt­ur, sum skuldu ver­ið foreldur her í Føroyum.

Tí er tað stóra avbjóð­ing­in hjá kom­­andi lands­stýr­is­sam­gongu at skapa grund­ar­lag fyri fólka­vøkstri. Og tað skal verða ann­að enn snakk.

Tað eru glottar at hóma í teirri semju, sum gjørd er mill­um sam­gong­u­na og Tjóð­veldi, sum vón­andi fer at føra til eina burðardygga fiski­vinnu, sum fer at geva meira av sær.
Men vit krevja eisini av ein­um kom­andi lands­stýri eina um­ford­eil­ing av skatta­trýst­i­num, so inn­tøk­u­skatt­ur­in mink­ar – og har ser­lig­a marg­i­nal­skatt­urin, sum er met­høg­ur í Før­oy­um.

Í summar hava vit roynt eina skip­an við til­feing­is­gjaldi á mak­r­e­l­in. Hetta er uttan iva ein gongd leið at fara. Tað kann ikki verða rætt, at nakr­ir priv­at­ir ein­stak­ling­ar skulu kunnu handla við fisk­i­loyv­um og skóvla peng­ar inn, sam­stund­is sum land­ið bløð­ir og fólk­ið verð­ur díkt und­ir í skatt­um og av­gjøld­um. Fisk­i­flot­in er sein­astu 15-20 ár­ini seld­ur mill­um priv­at­ar – bara fyri at fáa fat­ur á fisk­i­loyv­um ­– so­leið­is at skuld­in er trí­fald­að fyri júst somu skip­. Tað sig­ur okkum, at her er ikki alt, sum tað skal vera.

Teir flokkar, ið fáa skil á hesum, skulu stjórna landinum.