-Vágur er mítt annað heim

Litaviski venjarin hjá VB-kvinnunum verður eisini at síggja í Vági komandi vetur. Daiva Ylaite og Daiva Tuomaite vera eisini verandi, men rættiliga óvist er við Redu Kurkauskiene.

Neyvan hevur tað verið so stórur spenningur í Vági, síðan VB vann FM-heitið í 2000 í fótbólti, sum nú komandi sunnudagin, tá kvinnurnar hjá VB fáa vitjan av Stjørnuni í høllini í Vági. Sunnudagin verður møguleiki hjá vágskvinnum at ogna sær fyrsta meistaraheitið felagsins í kvinnudeildini.

VB-kvinnurnar kundu longu havt ognað sær meistaraheitið seinasta vikuskiftið, men argastu kappingarneytarnir úr Vestmanna vunnu sín dyst, so avgerðin um FM-heitið varð útsett í eina viku.

Hetta vikuskiftið kunnu VB kvinnurnar sjálvar avgera kappingina um FM-heitið við at vinna á Stjørnuni. Onki er at dylja yvir, at høvuðsorsøkin til, at VB-kvinnurnar hava staðið seg so væl í ár, er litaviska ísletti á liðnum.

Undan kappingini í ár komu fýra litavar til Vágs. Íløgurnar í málverjan Daivu Ylaite, bakspælararnir Daivu Tuomaite og Redu Kurkauskiene og venjaran Aivaras Daugis hava bókstaviliga víst seg at verið gull verdar. Í februar mánað eydnaðist VB at vinna steypakappingina, og sum nevnt omanfyri, so liggja tær væl fyri at vinna FM-heitið- og harvið greipuna í ár.

Dámar stak væl í Vági
Hóast tað kann tykjast langur vegur úr Litava til Vágs, so hava litavarnir funnið seg skjótt til rættis í Vági.

-Hóast eg ikki havi verið í Vági meir enn sjey mánaðir, so kenni eg Vág sum mítt annað heim. Fólk er rættiliga blíð og vinarlið, og mær dámar stak væl í Vági, sigur VB-venjarin, Aivaras.

Sambandið millum VB og litavarnar kom ígjøgnum litavisku leikararnar á Skála, Astu Petrauskiene og Kristinu Griksaite. Seinasta summar vóru tær í summarfrí í Litava, og greiddu Aivaras frá um føroyskan hondbólt, og at VB manglaði ein venjara. Hann var alt fyri eitt áhugaður, og tað mugu vágbingar í dag neyvan vera keddir av.

? Tað kann virka sum ein langur vegur at fara frá Litava til Vágs, men eg hevði brúk fyri einari nýggjari avbjóðing, og tað var ein røtt avgerð, eg tók, greiðir VB-venjarin frá.

Aivaras Daugis er úr býnum Basvalis, har hann fyri tað mesta hevur vant eitt felag úr heimbýnum, ið kallast Basvalis Svalia. Umframt at venja Basvalis Svalia, hevur hann eisini vant kvinnuungdómslandslið hjá Litava.

Við kvinnunum føddar í 1979 og 1981 fekk Aivaras rættiliga góð úrslit. Til ungdóms OL í 1998 endaði Litava á øðrum pláss og í HM-kappingini fyri kvinnuunglingar í1999 vann Litava eisini silvurheiðursmerki. Millum leikararnar, sum VB-venjarin hevði á ungdomslandsliðunum hjá Litava var Neistaspælarin, Simona Dziugyte.

Fremsta ítróttargreinin í Litava er kurvabóltur, meðan ikki eins stór orka verður løgd í hondbóltin. Ein av orsøkunum til, at at litaviskur hondbóltur ikki ger seg galdandi á altjóða stigi er, at fleiri av fremstu leikarunum hava valt at skifta tjóðskap.

Tað trýtur ikki við evnaríkum leikararum í Litava, men tær hava torført við at sláa til. Lættari verður tað heldur ikki tá tær, sum sláa til, heldur velja at umboða aðrar tjóðir enn Litava, greiðir Aivaras frá.

Ein av allarbestu kvinnuligu hondbóltsspælarunm í heiminum, Ausra Fridrikas, sum í løtuni er í danska felagnum Slagelse, er upprunaliga úr Litava, men hon hevur seinastu mongu árini umboðað Eysturríki.

Ov nógv einmansavrik
Aivaras Daugis hevur nú verið í Føroyum í góðar sjey mánaðir, og hann hevur tí havt møguleika at fylgja við føroyskum hondbólti . Skoðsmálið til føroyskan kvinnuhondbólt er, at hann metir, at føroyskur kvinnuhondbóltur hvílir alt ov nógv á einmansavrik.

- Mín meting er, at føroyskur kvinnuhondbóltur hvílir alt ov nógv á einmansavrik hjá einstøkum spælarum, og heildin kemur ikki nóg væl við, sigur VB-venjarin.

Hann er eisini av tí áskoðan, at talentini kundu verið fleiri í tali í føroyskum 1.deildar kvinnuhondbólti. Hetta er tó ikki galdandi í øllum feløgum, men í ávísum. Aivaras hevur góð skoðsmál til ungdómsarbeiðið hjá Neistanum og STÍF, og hann væntar, at fleiri leikarar úr teimum báðum feløgunum fara at gera seg galdandi í framtíðini.

? Eg eri eisini ungdómsvenjari í Vági, og tí hava eg eisini sæð nakað til ungdómshondbóltin í Føroyum, og eg havi lagt til merkis, at nógvir ungir og evnarríkir hondbóltsspælarar eru millum tey yngru, og í løtuni sær tað lovandi út í Neistanum og STÍF, greiðir Aivaras frá.

Hjá teimum eldru hevur VB-venjarin serliga góð skoðsmál at bera VÍF-leikarunum Sóley Mikkelsen og Jacklyn Djurhuus. Sóley Mikkelsen er eftir hansara tykki besti føroyski leikarin í kvinnudeildini.

Aivaras ásannar eisini, at enn vantar nakað í Vági, áðrenn felagið kann seta fleiri leikarar við á 1.liði , men hann rósar Lailu Jespersen, Rannvu Augustinussen og Gurið Mortensen, sum ungir og evnaríkir leikarar, sum ein kann vænta sær nógv av í framtíðini.

Umstøðurnar til hondbólt eru nógv betri í Føroyum enn í heimlandinum Litava. Aivaras vísur á, at hallirnar í Føroyum eru væl betri riknar, enn í Litava. Einasta hjartasuffið er, at tað ov ofta eru ov fáir áskoðarar til kvinnudystirnar, og tað heldur hann vera spell.

? Til okkara dyst sunnudagin ímóti Stjørnuni tosa fólk um, at tað fara at vera einir 400 áskoðarar, og tað gleði eg meg til, men tað er á alt ov nógvum støðum ov fáir áskoðarar til dystirnar. Eg vil eisini her nýta høvið til at takka mikið fyri allan stuðulin vágbingar hava víst okkum alt kappingarárið, sigur Aivaras.

Nú skal ganga illa
Tá vit spyrja litavska venjaran, um hann kennur seg tryggan, at liðið hjá sær fer at vinna greipuna í ár, svarar hann, at nú skal ganga illa um VB ikki gerast FM-vinnari.

- Man kann tó ikki kenna seg heilt tryggan enn, men nú manglar lítið í , sigur litaviski venjarin.

Spurdur um uppskriftina til góðu úrslitini í ár, svarar Aivaras, at leikararnir hava verið sera ídnir allan vetur, og tá tað hevur gingið illa, hava tær reist seg skjótt aftur, og tað hevur havt stóran týdning.

Tað er longu greitt, at Aivaras eisini verður venjari hjá VB-kvinnunum komandi ár. Báðar Daivurnar- Ylaite og Tuomaite vera við vissu eisini í Vági, men rættiliga óvist er enn við Redu Kurkauskiene.

Sum steypavinnari og møguligur FM-vinnari, hevur VB møguleikar at boða frá luttøku í Evropa Cup komandi kappingarár, men hetta er rættiliga óvist. Tað kostar nógv, og tí er størri hugur í Vági at gera eina venjingarlegu í Danmark ella Íslandi, har tað eisini skal vera høvi til at leika nakrar dystir.

Litaviski VB-venjarin, Aivaras Daugis, heldur, at kvinnuhondbólturin í Føroyum hvílir ov nógv á einmansavrik og ikki á heildina á liðnum.