Atferðartruplir næmingar betri stuðul

- Meginparturin av tímunum, vit fáa afturat næsta ár, verða latnir atferðartruplum næmingum, sum frammanundan fáa ov lítlan stuðul. Men eingin kann vænta, at fleiri næmingar fáa stuðul, tí støðan er framvegis undir alt lágmark, sigur Hans Eli Dahl, virkandi stjóri á Sernámsdeplinum

 

SERNÁMSFRØÐILIGT VIRKSEMI

 

Sernámsfrøðiliga virksemið innan fólkaskúlan fær sambært fíggjarlógaruppskotinum komandi ár 2,1 mió. krónur meir í mun til verandi játtan. Hetta kann tykjast sum ein stór øking, men kanna vit nærri, hvør tørvurin er á sernámsfrøðiligum virksemi, er meirjáttanin ógvuliga avmarkað. Vit kenna tørvin fyri í ár á serligum stuðli í skúlanum. Hann er 2500 tímar, verandi játtan røkkur til slakan helmingin, og tær 2,1 mió. krónurnar, sum koma afturat næsta ár, røkka til umleið 150-200 tímar afturat. Við øðrum orðum verða umleið 1400 tímar játtaðir, framvegis væl minni enn kendi tørvurin.

 

Mentamálastýrið veit ógvuliga væl, hvussu ring støðan er. Í upplegginum til fíggjarlógina komandi ár sigur stýrið, at støðan er tann, at næmingar, sum hava tørv á serligum stuðli í fólkaskúlanum, fáa ofta ov avmarkað tilboð, sum í fleiri førum als ikki er nøktandi. Fyri at veita teimum næmingum, sum hava tørv á hesum eina tænastu, sum liggur innan fyri lágmarkið, verður neyðugt at økja játtanina við 5 mió. krónum.

 

- Støðan er undir alt lágmark, sigur Hans Eli Dahl, virkandi stjóri á Sernámsdeplinum.

 

Teir tímarnir, sum koma afturat komandi ár, verða latnir næmingum, sum frammanundan hava alt ov vánaligt tilboð.

 

- Atferðartruplir næmingar tørvar nógvar tímar, tí teir eru serliga krevjandi. Hesir fáa alt ov fáar tímar sum er, og tí fer meginparturin av tímunum, vit fáa afturat næsta ár, til hesar, umframt menningartarnaðar næmingar, sum eisini fáa ov lítið. Eingin kann tí vænta, at fleiri næmingar fáa stuðul, sigur Hans Eli Dahl.

 

 

 

Tvørturum fakmørk

 

Tímarnir, sum Sernámsdepilin játtar til serligan tørv í skúlanum, kunnu bert játtast til læraratímar. Virkandi stjórin á Sernámsdeplinum heldur, at eitt skilagott hugskot hevði verið at havt onnur fólk enn lærarar inni í skipanini, sum høvdu verðið lønt øðrvísi. Føroya Lærarafelag loyvir hesum, um peningurin ikki verður tikin frá skúlaverkinum.

 

- Í einum skúla fyri øll er tørvur á øðrum enn lærarum. Høvdu almannaverkið og skúlaverkið fingið loyvi til at samstarva, høvdu vit kunnað tikið onnur enn lærarar inn, eitt nú hjálparfólk. Tí í mongum førum hevur barnið líka stóran tørv á einum hjálparfólki ella persónligum stuðli, sum einum lærara. Yvirfyri myndugleikunum hava vit víst á, at politiski myndugleikin má skera ígjøgnum hesum viðvíkjandi, sigur Hans Eli Dahl.

 

 

 

Skapa serligan tørv

 

Sernámsfrøðiliga virksemið í Føroyum hevur altíð havt trong kor. Tó kunnu vit siga, at fyri nógvum árum síðani, áðrenn miðfyrrað serundirvísing varð sett í verk og skipanin æt serundirvísing, vórðu fleiri tímar latnir børnum enn tað verða í dag. Miðskeiðis í áttatiárunum vórðu 2300 tímar brúktir til serundirvísing. Í dag verða tímar latnir skúlunum til miðfyrraða serundirvísing. Hetta er ein kvota, sum verða latnir skúlum sjálvir at ráða yvir, til serundirvísing.

 

- Veruleikin er bara, at av tí, at skúlarnir eru so sperdir fíggjarliga, fara serundirvísingartímar millum skins og hold. Høvdu hesir tímarnir verið brúktir sum teir eiga, hevði tørvurin á tímum til serligan tørv verið minni. Eg eri bangin fyri, at vit skapa serligan tørv við ikki at traðka til beinanvegin við hjálp, geva næmingum eitt skump við miðfyrraðu undirvísingini, sum í grundini er ætlað at fyribyrgja trupulleikum seinni, sigur Hans Eli Dahl.

 

 

 

Dygdin við sviðusoð

 

Eitt er sernámsfrøðiliga virksemið úti á skúlunum, annað er virksemið á sjálvum Sernámsdeplinum. Hagar koma fleiri og fleiri næmingar, alt meðan færri tímar verða latnir. Fer eitt nú ein lærari niður í arbeiðstíð vegna heilsubrek ella fer frá vegna aldur, fella tímarnir hesir hava undirvíst burtur. Tímarnir eru við øðrum orðum tengdir at lærarunum og ikki tørvinum, sum er á tímum.

 

- Játtanin innanhýsis fer, sum alt sær út, ikki at røkka. Vit hava víst á, at tørvur er á 5,6 mió. krónum fyri at fáa alt at hanga saman, men í fíggjarlógaruppskotinum fáa vit 2,1 mió. afturat, sigur Hans Eli Dahl.

 

Ein avleiðing av hesum verður til dømis, at fleiri næmingar verða koyrdir í bólkar fyri at spara.

 

- Hetta merkir, at hvør lærari verður trýstur meiri. Alt verður meiri ein spurningur um krónur og oyrum enn pedagogikk og dygd. Hetta sama síggja vit úti á skúlunum.

 

Sernámsdepilin eigur at hava tríggjar sálarfrøðingar í starvi. Tveir eru í løtuni og ein er í farloyvi.

 

- Hetta merkir, at bíðitíðin framvegis er ógvuliga long. Støðan verður ikki frægari av, at almannaverkið og skúlaverkið annars heldur ikki hava sálarfrøðing at bjóða fram, sigur Hans Eli Dahl.

 

 

 

Gagnnýta verandi skipan

 

Ein trímannabólkur hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu sernámsfrøðiliga virksemið skal verða í framtíðini. Taka politikarar tilmælið í álvara, verður skjótt greitt fyri teimum, at uttan mun til hvat og hvussu nógv av tilmælinum setast skal í verk, kostar tað væl meiri, enn sernámsfrøðiliga virksemið kostar í dag.

 

- Eftir mínum tykki eiga vit heldur at brúka eitt sindur av pengum uppá at fáa skipanina sum hon er at virka, og fáa vit eina greiða samstarvsavtalu við almannaverkið og skúlaverkið, kunnu vit loysa sernámsfrøðiliga arbeiðið í Føroyum á jøvnum føti við sum tað er aðrastaðni, sigur Hans Eli Dahl at enda í viðtali.