Zlatan leggur líka í FIFA-prís

Í síðstu viku kunngjørdi FIFA tey 30 nøvnini, sum hava møguleika at vinna heitið sum ársins spælari 2007.

Á listanum vóru flestu av heimsins bestu spælarum at finna, men nógv saknaðu svenska landsliðsspælaran, Zlatan Ibrahimovic, á listanum. Serliga í Svøríki fekk hetta nógva umtalu, men Zlatan sjálvur leggur ikki so nógv í hetta. – Eg vildi fegin vunnið ein slíkan prís, men eg kann jú ikki gera nakað við tað. FIFA tekur avgerina, og sum eg segði í síðstu viku, so eri eg rættilga líka glaður.