Yvir 500 børn í Føroyum liva í størsta fátækradømi

FÁTØK Í FØROYUM Fleiri hundrað familjur í Føroyum hava minni enn 65 krónur um dagin at liva fyri og tey koma javnan í eina støðu, har tey skulu velja ímillum at keypa mat ella einar vetrarstivlar til eitt av børnunum

65 krónur at liva fyri um dagin!
Tað er veruleikin hjá yvir 200 familjum í Føroyum í dag – í minsta lagi.
Tað staðfestir Anliss Bjarkhamar, sum tók stig til og rekur hjálparfelagsskapin, Í menniskjum góður tokki.
- Vit eiga at halda uppat við kjakinum um tað eru fátøk í Føroyum. Kjakið eigur at snúgva seg um, hvat vit gera við tað.
Men spurningurin er kanska, hvussu stóran áhugað, hetta hevur, tí hóskvøldið skipaði Ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum fyri almennum fundi um fátækradømi, har Anliss Bjarkhamar og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, løgdu fram, men har vóru ikki meiri enn 15 fólk og lurtaðu.

Hava hjálpt 2.549 børnum
Annlis Bjarkhamar sigur, at hesi trý árini Í menniskjum góður tokki hevur virkað, hava tey latið 2,8 milliónir krónur í jólahjálp til 1256 familjur.
Í hesum familjum hava verið tilsamans 2549 børn.
- Hetta eigur at steðga øllum kjaki um, antin tað er fátækradømi í Føroyum!
Anliss Bjarkhamar sigur, at í fjør lótu tey 436 familjum jólahjálp.
- Yvir 200 av teimum høvdu minni enn 2000 krónur at liva fyri um mánaðin, ella 65 krónur um dagin.
- Tað er óneyðugt at siga, hvussu stutt hetta røkkur í dagsins samfelagi. Tað merkir so aftur, at hjá øllum hesum 200 familjunum, snýr tilveran seg rætt og slætt um at fáa mat í munnin.
- Hetta eru bara tey, sum vit hava havt samband við, men talan er um nógv onnur eisini.

Velja ímillum mat og stivlar
Anliss Bjarkhamar sigur, at hesi fólkini eru hvønn einasta dag í eini støðu, har tey skulu velja ímillum at rinda eina rokning ella um tey skulu keypa mat.
- Og at hava eina heita máltíð hvønn dag, kunnu tey gloyma alt um.
- Vit vita eisini, at hjá nógvum er ikki hugsingur um at hava frítíðarítriv, at halda føðingardag, ella at keypa ein vetrarjakka til eitt av børnunum.
- Ein vetrarjakki, kann fara avstað við øllum tøka peninginum í ein heilan mánað og hjá nógvum at hesum familjum, er bjargingin at finna í klædnahandlinum hjá Bláa- og Reyða Krossi.
Hon sigur, at hjá yvir 500 børnum er veruleikin tann, at tey hava ikki ráð til heitan mat hvønn dag, ikki ráð til klæðir, frítíðarítriv ella føðingardagar.
- Ein vanlig reaktión er, at hesi børnini avbyrgja seg frá øðrum. Ofta sær tað út til, at tey eru eru bara soleiðis, men tað er næstan altíð av neyð, tí tey skammast.

Ongin botnur í
Anliss Bjarkhamar sigur, at ein stórur trupulleiki er, at í nógvum almennum veitingum, er onki botnstøði, hvørki í ALS ella í Barsilsskipanini.
- Tað merkir, at onki minstamark er fyri, hvussu lágt útgjaldið kannn vera.
- Tær almennu skipanirnar skuldu vera trygdarnetið undir fóllk og tí er tað meingingsleyst, at tað nettupp skulu hesar somu almennar skipanirnar, sum beinleiðis tveita fólk út í fátækradømi.
- Tað sama ger seg galdandi, tá ið fólk verða sjúk, tí teimum lofta tær almennu skipanirnar heldur ikki.
Anlis Bjarkhamar vísir á, at útreiðslurnar til mat er mangan einasta útreiðsla, ein familja sjálv hevur ræðið á, tí húsaleiga, heilsutrygd, olja, SEV, og nógvar aðrar útreiðslur, eru fastar.
- Tað merkir, at hvørja ferð ein tannlæknarokning, ella okkurt annað óvæntað stingur seg upp, verður nápað av matkontuni.
Mangan hava tey heldur ikki ráð at keypa heilivág og sostatt fáa viðgerð fyri sjúku.
Hon sigur, at nýggj gransking í Noregi hevur eisini staðfest, at tað tað kann beinleiðis mátast á kroppinum á børnum, um tey liva í fátækradømi ella ikki, tí tey eru so illa fyri.

Flýggja av landinum
Annlis Bjarkhamar sigur, at tað er vanligt, at fólk, sum liva í fátækradømi, flyta rættiliga ofta, eitt nú úr størri íbúð í minni og bíligari íbúð, ella heim til foreldur, tí tey hava ikki ráð til íbúð yvirhøvur.
- Men tað mest syrgiliga er, at nógv av hesum fólkum flýggja av landinum, tí í Danmark eru møguleikarnir betri og skipanirnar betri.
- Tað er slett ikki óvanligt, at familjur, sum hava fingið jólahjálp frá okkum, flyta summari eftir.
- Tí tann tað vera, at tølini fara at vísa, at fátækradømið minkar í Føroyum. Men tað er ikki tí , at umstøðurnar batna, men tí at tey eru flýdd av landinum.
- Sostatt halda vit fram at útflyta okkara sosialu trupulleikar og tað er rættiliga syrgiligt, heldur Anliss Bjarkhamar.
LES EISINI GREININA: Gongur seint at fáa eitt føroyskt fátækramark