Yvir 3000 handtikin undir mótmælum móti Putin

Mótmæli um alt Russland ímóti at andstøðuleiðarin Navalnyj er fongslaður. Fólk í tíggjutúsundatali á gøtunum í Moskva. Kona Navalnyj er handtikin.

 

Russisk løgreglan hevur handtikið 3068 fólk og nýtt harðskap fyri at upploysa mótmælisgongur kring Russland í gjár.

Tað viti óhefti eygleiðarabólkurin OVD-info at siga.

Løgreglan hevur enn ikki nevnt talið á handtøkum.

Stórar mannamúgvur vóru leygardagin í fleiri býum í Russlandi fyri at krevja andstøðuleiðaran Aleksej Navalnyj leysan.

Í høvuðsstaðnum í Russlandi, Moskva, vóru minst 40.000 fólk samla seinnapartin í gjár, skrivar tíðindastovan Reuters. Og tað hóast stjórnin hevur bannað øllum mótmælisgongum.

Av teimum 3068 fólkunum, sum sambært OVD-info eru handtikin, eru 1167 handtikin í Moskva og 466 í Sankta Pætursborg. Tað sæst á heimasíðuni hjá OVD-info.

Sambært uppgerðini hjá felagsskapinum eru mótmælisfólk handtikin í 111 býum tilsamans.

Nógv teirra vóru handtikin uttan fyri fongslið, har Navalnyj er afturhildin.

Millum tey handtiknu í Moskva er kona Navalnyj, Julia, sum hevur lagt eina mynd av sær sjálvari út á sosiala miðilin Instagram.

– Umberið vónaligu myndagóðskuna. Ljósið í politibilinum er virkuliga vónaligt, skrivaði hon, meðan hon var í einum bilunum hjá løgregluni.

Hon varð latin leys aftur stutt eftir handtøkuna.

Sjónvarpsmyndir vísa tey mongu fólkini mitt í Moskva við Puskin-plássið. Men eisini í gøtum kringum, meðan løgreglufólk í stríðsútgerð handtaka fólk í bólkum, sum ikki gjørdu mótstøðu.

Tað eru bara frá fløgg og skelti at síggja.Men fólk rópa »Frælsi« og »Frælsi fyri Navalnyj«.

Eingin heldur røðu, eftirsum tey alt fyri eitt høvdu verið handtikin, um tey royndu tað.

Undir mótmælunum hava 42 løgreglufólk fingið skaða, upplýsir ein løgreglukelda fyri russisku tíðindastovuni Tass.

Talan er bara um lættari skaðar, og eingin er farin á sjúkrahús, sigur keldan og leggur afturat, at tað fleiri særd eru millum mótmælisfólkini.

Navalnyj kom heim til Russlands sunnudagin. Hann hevði verið í fleiri mánaðir í viðgerð í Týsklandi fyri nervaeiturið Novitjok.

Alt bendir á, at tað vóru agentar undir russisku stjórnini, sum í august royndu at drepa hann við nervaeiturinum Novitjok.

Navalnyg leggur Vlademir Puti, forseta, og stjórn hansara undir at vera djúpt korrupta. Hann varð handtikin á flogvøllinum, tá hann lendi í Moskva sunnudagin. Hann bað viðhaldsfólk síni um at fara á gøtuna leygardagin.

Stór løgreglulið hava verið í gøtunum í russisku býunum í dag.

Minst 200 fólk vórðu fyrr í gjár tikin í Sibira og í eystara partinum av landinum.

– Putin er ein tjóvur, frælsi fyri Navalnyj, ljóðaðu rópini frá mótmælisfólkunum í miðbýnum í kyrrahavsbýnum Vladivostok sambært AFP.

TRÝST HER fyri at síggja loypandi talið av handtøkum

/ritzau/

##med2##