Yvir 13 prosent av nýggju bilunum í mai vóru el-bilar

31 el-bilar seldir í mai. Nú eru tilsamans 416 el-bilar í Føroyum.

Av teimum 235 bilunum, sum vórðu seldir í mai mánaði, vóru 31 el-bilar. Tað svarar til 13,2 prosent.

 

Higartil í ár eru seldir 76 elbilar av tilsamans 1.138 bilum, tá vit bara telja bilar við motori við og ikki eitt nú viðfestisvognar, kampingar, motorsúkklur og prutl.

 

Tað svarar til, at 6,7 prosent av teimum bilum, sum eru seldir higartil í ár, eru el-bilar. Tølini benda á, at tað alsamt verða seldir fleiri el-bilar, serliga eftir at Løgtingið í februar longdi lógina, sum letur el-bilar sleppa undan skrásetingargjaldi og fáa mvg afturbering upp til 70.000 krónur.

 

Tilsamans eru seld 1.278 akfør ársins fyrstu fimm mánaðir. Tað eru 202 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá seldir vóru 1.076 akfør. Í Føroyum eru nú 40.711 skrásett akfør.