Ynskja skattalætta í Havn

Nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur havt fund við býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum og biðið um at fáa kommunuskattin í Havn lækkaðan.

- Ein vanlig familja í Tórshavn rindar í dag nógv meir í kommunuskatti enn í landsskatti. Kommunan skattar nú 25.000 í mánaðarløn 20 prosent harðari enn landið, sigur felagið, sum hevur Jógvan Poulsen sum formann.

Kommunuskatturin má lækkast við minst einum prosenti, verður sagt.