Ynskja búfólka- og avvarðandiráð

Eldramálið mælir til, at búfólka- og avvarðandiráð verða sett á røktarheimum og sambýlum kring landið.

Á nevndarfundi í gjár, gjørdi nevndin í felagnum Eldramálið av, at senda út áheitan um, at seta búfólka- og avvarðandiráð á øllum røtkarheimum og sambýlum í landinum.

Nevndin er sannførd um, at slík ráð í framtíðini kunnu hjálpa til at tryggja, at vit ikki aftur enda í eini so ótolandi støðu, sum er galdandi á fleiri røktarheimum í dag.

- Tað er tíð uppá, at vit eisini í Føroyum fara at taka tey við upp á ráð, sum brúka tey almennu røktartilboðini, sigur Eldramálið

Endamálið við búfólka- og avvarðandiráðunum skal vera at fáa samráð í lag ímillum búfólk og avvarðandi um leiðreglur fyri dagligu røktini og umsorganini.

Í Danmark kom lóg um brúkara- og avvarðandiráð í gildi í 2002. Ætlanin við ráðunum er, at tey skulu vera við til at avgera niður í smálutir alt viðvíkjandi røkt, umsorgan, innrætting, døgnlagi, kostætlanum, mannagongdum viðvikjandi arbeiðinum og virkseminum á heimunum annars.