Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
------
Mangt er borið fram seinastu mánaðirnar um samráðingarnar hjá Føroyum við ES, Noreg og Ísland um at býta makrelin landanna millum. Meðan føroyska samráðingarnevndin undir truplum umstøðum roynir at standa stinn og verja okkara tjóðskaparligu áhugamál í føroyskum sjógvi, sita tveir fólkatingslimir niðri á Christiansborg og togast sínámillum um hvør teirra hevur æruna av maktarloysinum hjá donsku stjórnini í hesum máli – sum uttan iva higartil tykist at vera týdningarmesta uttanríkispolitiska mál hjá okkara landi í hesi øld.
Hvat var av “ogn Føroya fólks” um útlendingar ráddu?
Hesin spurningur er sera viðkomandi at seta í hesum døgum av fleiri grundum. Eg fari tó bara at viðgera tann partin, ið er um samráðingarnar millum tey fýra strandarlondini um at býta makrelin sínámillum.
Hesar samráðingar eru higartil farnar fram á tann hátt, at ES og Noreg hava í veruleikanum býtt makrelin sínámillum fyri síðan at lata Føroyum ein lítlan og ónøktandi part, ið als ikki samsvarar við ta nøgd av makreli, sum heldur til á føroyskum havleiðum.
Tí tók eg sum føroyskur fiskimálaráðharri ta avgerð í fjør, at áseta Føroyum eina kvotu á 150.000 tons, sum eg sum útgangsstøði meti at vera í samsvar við nøgdina av makreli, ið vit føroyingar eiga rætt til at veiða í okkara sjógvi, uttan at vandi er fyri at niðurfiska stovnin.
Og hvat gera ES og Danmark sum formansland – jú tey svara aftur við at royna at seta í gyldi eina reglugerð, ið ikki einans skapar eitt løgfrøðiligt støði undir at banna føroyskan útflutning av makreli til ES, men bannar eisini føroyskum útflutningi av makreli at fara um ES-havnir í transit til onnur lond, sum meira enn fegin vilja keypa føroyskan makrel.
Við øðrum orðum, geva vit nú eftir undir trýsti og lata útlendingar ráða í Føroyum, tá verur ikki nógv eftir til okkum føroyingar at býta av tí parti av “ogn Føroya fólks”, sum vit í dagligari talu kalla makrelur.
Vit skulu royna málið í WTO heldur enn at standa gyrd í brøkur á Christiansborg
Eingin ivi er um, at bannar ES útflutningi av føroyskum makreli til ES og somuleiðis útflutningi av føroyskum makreli at fara um ES-havnir í transit til onnur lond, tá er tað eitt greitt brot á WTO-sáttmálan og serstakliga tann partin, ið nevnist GATT. Somuleiðis er tað eitt greitt brot á fríhandilssáttmálan millum Føroyar og ES.
At ES roynir at snúgva sær undan við at rættvísgera slík brot á altjóða handilsrætt við undantaksregluni í GATT um at varðveita náttúrutilfeingi hjálpir ikki í hesum máli, tí at slík handilsbann skulu eftir somu undantaksreglu ikki gera mismun millum innlendska og útlendska makrelvinnu.
Tí skulu vit longu nú bretta upp um armar og fara til verka at fyrireika eitt kærumál í WTO, ið er klárt at leggja fyri kæruskipanina í WTO í somu løtu ES setir ólóglig handilstiltøk í verk ímóti føroyskum útflutningi av makreli. Tað er sera umráðandi at fáa WTO at steðga ES longu nú, tí annars er vandi fyri, at ES seinni víðkar slík tiltøk ímóti útflutningi av øðrum føroyskum fiskavørum.
Tað er væl hugsandi, at Danmark fer at forða fyri einum slíkum kærumáli í WTO, fyri at verja síni egnu tjóðskaparligu áhugamál og ikki minst tey hjá ES, har Danmark jú er limaland.
Skuldi tað hent seg, og tað mugu vit fáa at vita sum skjótast, eiga vit beinanvegin at krevja okkara rætt til sjálvstøðugan føroyskan WTO-limaskap eftir ásetingini í WTO-sáttmálanum um limaskap hjá sjálvstøðugum tollumveldum, so at vit føroyingar sjálvir kunnu røkja okkara tjóðskaparligu áhugamál í altjóða samfelagnum, tá ið eingin annar kann ella vil.